Hetta hendir eftir atfinningar frá bæði partaeigarum og kundum, sum í longri tíð hava mótmælt, at bankin heldur fram við at veita lán til kolvetnisvirksemi, sum er í stríð við París-sáttmálan skriva danskir miðlar. Tað hendir um somu tíð sum oljuvirksemið í eitt nú USA brádliga hevur fingið grønt ljós frá nýggja amerikanska forsetanum.
Stjórin fyri burðardyggari fígging í Den Danske Bank, Samy Slotte sigur sambært DR, at avgerðin byggir á, at bankin ikki ynskir at vera bundin at oljufeløgunum í nógv ár fram í tíðina, og tí bankin kennir samfelagsábyrgd. Bankin verður eftir øllum at døma ein av teimum størstu peningastovnunum í heiminum, sum livir upp til kravið frá altjóða orku- og veðurlagsstovnum um, at vit skulu gevast at útbyggja nýggjar olju- kol- og gassleiðir. Avgerðin hjá Danske Bank, skilst, fevnir tó í fyrstu atløgu bara um útbyggingar av oljuleiðum og ikki um nýggja leiting.
Øðrvísi er við næststørsta bankanum í Danmark, Nordea, sum heldur fram við at lata lán til kolvetnisvirksemi. Felagið sigur, at orsøkin til, at tað heldur fram við at fíggja oljuvirksemi, er broytta geopolitiska støðan í Evropa og tørvurin á at hava eina støðuga orkuframleiðslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald