2022-11-09 07:32
Ikki síðani 22. oktober hava broytingar verið prísinum á brennievni. Tá var tað Magn, sum tillagaði sínar prísir til teir somu sum Effo.
Nú eru aftur prísbroytingar gjørdar. Bæði oljufeløgini hava broytt sínar prísir, og tað merkisverda er, at diesel nú er dýrari enn bensin.
Í oktober vóru bæði bensinprísirnir og dieselprísirnir hækkandi, men nú er tað bensinið sum lækkar, meðan diesel heldur fram við at hækka.
Og tað er hækkað so nógv, at ein litur av diesel nú kostar 13,80 krónur. Ein litur av beinsini kostar 13,51 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald