Royndarverkætlanin við framleiðslu av ravmagni við tveimum sveimandi orkuverkum – drekum – í Vestmannasundi, er longd til 28. februar 2025.
Umhvørvisstovan skrivar, at hon hevur góðkent eina umsókn frá Sev um at leingja tíðina til royndarverkætlanina.
Royndarverkætlanin í Vestmannasundi verður gjørd í samstarvi við svensku fyritøkuna Minesto, sum hevur ment og framleitt teir báðar drekarnar, sum nú liggja í Vestmannasundi og framleiða ravmagn.
Umhvørvisstovan góðkendi umhvørvisárinsmetingina fyri royndarverkætlanina við sjóvarfallsorkuverkum í Vestmannasundi 31. mars 2020, við ávísum treytum. Talan var um eina royndarverkætlan uppá í mesta lagi tvey ár. SEV søkti um fáa longt tíðina til royndarverkætlanina, tí at tað hevði gingið nakað striltið at koma í gongd, umframt at korona hevði gjørt at royndararbeiði var styttri enn upprunaliga ætla. SEV vildi eisini fáa samskipa øll loyvi og góðkenningar til verkætlanina.
Treytirnar, sum vórðu settar í góðkenningini av umhvørvisárinsmetingini, eru galdandi fyri longda tíðarskeiðið, og hevur Umhvørvisstovan lagt eina treyt aftrat um, at SEV á hvørjum ári skal senda Umhvørvisstovuni eina dagførda frágreiðing um tær kanningar, sum eru gjørdar í Vestmannasundi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald