Í røðu á Cop31 í morgun fanst ST aðalskrivarin at heimsins londum fyri ikki at gera nóg mikið fyri at sleppa av við fossila orku. Hann helt fyri, at heimurin má enda við at vera bundin at olju, gassi og koli.
"Fossil fuels must go the way of the dinosaurs.“ Fossil orka eigur at fara somu leið sum dinosaurarnir – hon hoyrir fortíðini til segði Guterres.
Á COP31 hevur hann kravt, at londini ikki bara tosa um at sleppa undan fossilari orku, men eisini Leggja eina ítøkiliga ætlan, fíggja orkuskiftið og fremja orkuskiftið í verki.
Hann hevur serliga heitt á vertslondini Turkalandi og Avstralia um at taka ábyrgd.
Guterres vísti eisini á, at oljufeløg vinna stórar upphæddir, meðan heimurin stríðist við veðurlagskreppuna.
Hann mælir til at skatta eyka vinningin hjá oljufeløgunum og brúka pengarnar til grøna orkuskiftið og at verja familjur móti prísvøkstri.
Hann mælir eisini til, at størri íløgur verða gjørdar í:
- Varandi orkukeldur.
- El-net og orkugoymslur.
- Orkusparing og effektivisering.
- Elektrifisering av samfelagnum.
Guterres undirstrikar, at tað ikki longur er nóg mikið at lova at minka um nýtsluna av olju, koli og gassi. Nú krevur hann eina veruliga og fíggjaða ætlan fyri at koma burtur frá fossilari orku.
Kelda: AFP – UN chief urges world leaders to tackle fossil fuels at COP31
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald