Innanlands

Effo skal gera nýggja oljugoymslu í Søldarfirði

Avtala er gjørd við Runavíkar kommunu, og hon varð samtykt á býráðsfundi í gjárkvøldið. Kommunan skal fylla stóra økið undir goymsluni út og planera tað - ætlanin er at brúka grót úr Sandoyartunnlinum

Magni Dybczak, rakstrarleiðari, og Janus Thomsen, stjóri, hvør sínumegin borgarstjóran í Runavíkar kommunu. Partarnar hava gjørt eina avtalu um goymlsu í Søldarfirði og stóra økið undir henni (Mynd: Runavíkar kommuna)

Magni Dybczak, rakstrarleiðari, og Janus Thomsen, stjóri, hvør sínumegin borgarstjóran í Runavíkar kommunu. Partarnar hava gjørt eina avtalu um goymlsu í Søldarfirði og stóra økið undir henni (Mynd: Runavíkar kommuna)

2021-10-01 15:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir drúgva tilgongd hittust Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, og teir báðir Janus Thomsen og Magni Dybczak, ávikavíst stjóri og rakstrarleiðari í føroyska orkufelagnum Effo, í hølunum hjá felagnum á havnarlagnum í Søldarfirði  týsdagin 21. september  - og teir vóru ikki ørindaleysir.

Hetta skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari, har greitt verður frá søguliga virkseminum hjá Esso/Statoil/Effo á staðnum.

Heimasíðan hjá kommununi skrivar síðani, at avtala varð gjørd millum  Pf. Effo og Runavíkar kommunu. Hon ber við sær, at partafelagið Effo átekur sær at gera eina nýggja oljugoymslu í økinum, og at Runavíkar kommuna átekur sær at fylla út og planera økið undir goymsluni – áleið 6 túsund fermetrar - við grundarlagi í tekningum frá Landsbyggifelagnum og Pf. Effo.

[object Object]Tórbjørn Jacobsen og Janus Thomsen undirskrivað avtaluna (Mynd: runavik.fo)

Talan er um økið suður frá bryggjuøkinum, og ístaðin fyri at spreingja úr økinum omanfyri er ætlanin at brúka grót úr Sandoyartunlinum, sum kommunan frammanundan hevur keypt, til endamálið.
 
Tá komið er á mál við fylling og bygging, verður leigusáttmáli gjørdur partanna millum, sum er samsvarandi vanligum treytum fyri vinnuleigu, skrivar runavik.fo.
 
Runavíkar býráð samtykti einmælt á býráðsfundinum í kvøld at taka undir við avtaluni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder