Uttanlands

Eingin leki longur frá Nord Stream

Lekarnir á tveimum gassleiðingum í Eystursjónum eru steðgaðir

2022-10-03 14:54 Author image
Jan Müller
placeholder

Gass lekur ikki longur úr teimum báðum gassleiðingunum Nord Stream 1 og 2. Eftir øllum at døma er alt gassið, sum varð í leiðingunum, likið út í. Tað ger tað møguligt at kanna hvat er hent og hvar. Tað er annars longu staðfest, at talan var um spreingingar og  atsóknir móti gassleiðingunum í farnu viku, og nógv bendir á, at tað er Russland, sum eigur leiðingarnar, ið stendur aftanfyri - fyri at skapa ótta og órógv í Vesturheiminum.

Í morgun fór danska kavaraskipið Søløven frá sjóverjuni  frá havnini í Rønne á Bornholm út á leiðirnar, har hildið verður, at leiðingarnar hava verið fyri spreingingum sigur DR1.

Gassleiðingarnar vóru ikki í nýtslu, tá herverkið varð framt, men nakað av gassi var í leiðingunum. Nú verður gitt, at møguliga koma leiðingarnar ongantíð til at flyta gass aftur, tí sjógvur, sum kemur inn í leiðingarnar, oyðileggur teir og ger teir ónýtiligar. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder