Tíðindi/Greining
-Vandin er, at Evropavalið gerst endin á einum grønum tíðarskeiði. Vónin er, at grøna ES yvirlivir, og at grøna sigursgongdin byrjar fyrst nú. Hetta skrivar danska blaðið Informatión í sínum leiðara í dag.
Blaðstjórin vísir á, at til Evropavalið í 2019 var tað nettupp tann grøna bylgjan, sum avgjørdi valið og av álvara setti kós móti tí grøna orkuskiftinum. Eitt ítøkiligt úrslit av hesi gongdini var tann veðurlagslógin, sum seinni varð samtykt í ES og sum stendur við í dag. Nú verður gitt, at m.a. nettupp tey víðgongdu tiltøkini í tí grøna politikkinum kunnu vera við til at venda gongdini og geva høgraflokkum viðvind.
Ein orsøk til óttan, sum hesin eini danski miðilin, peikar á, er tann høgrabylgjan, sum eftir øllum at døma er við at floyma útyvir stórar partar av Evropa. Og ein av motivatiónunum hjá teimum, sum fara at atkvøða fyri flokkum og persónum til høgru, er nettup mótstøðan, sum grøni politikkurin í ES hevur havt við sær, har víst verður á, at hann er við til at kollrenna vælferðarsamfelagið, nú kostnaðurin av grøna orkuskiftinum er vorðin so ovurhøgur.
Hetta kemur ikki minst til sjóndar í londum sum eitt nú Týsklandi og Fraklandi, har ónøgdin við rikna víðgongda grøna politikkin er vaksin nógv, eitt nú í sambandi við, at orkuprísirnir eru farnir til himmals. Og enn ein orsøk eru royndirnar at skerja landbúnaðin.
So tað er m.a. tann grøna dagsskráin, sambært fleiri eygleiðarum, sum hevur høga raðfesting í valinum í teimum 27 ES londunum í dag. Nøvn sum Orban og Le Pen fylla eisini nógv í hesum kjakinum. Hjá verandi meira liberalu og sentrumkendu leiðsluni í ES hevur tað tí stóran týdning at kunna varðveita valdið møguliga saman við teimum meira hóvligu á høgravonginum.
Hagtøl og veljarakanningar seinastu dagarnar hava eisini vist, at hesaferð fyllur verjan av Evropa meira enn grøna orkuskiftið. Hetta botnar fyrst og fremst í krígnum í Ukraina, sum uttan iva hevur stóra ávirkan á valúrslitið. Eisini flóðaldan av innflytarum úr Afrika og londum í Asia hevur stóra raðfesting í valstríðnum og er við til at gagna flokkum á høgravonginum. Tað er eisini greitt, at Putin og hansara innrás í Ukraina og hóttarnir móti Vesturheiminum fylla eisini nógv í valstríðnum og kunnu vera við til at seta kílar millum fleiri av limalondunum.
Ursula von der Leyen, ES forkvinna og Giorgia Molini, italskur forsætisráðharri fara at fáa stóran týdning fyri framtíðina hjá ES.
Ein týðandi spurningur í Evropa valinum er støðan hjá fleiri av høgravendu flokkunum í eitt nú Italia og Fraklandi. Ístaðin fyri at mótmæla og leggja fót fyri arbeiðinum í ES, so vilja hesir flokkar nú heldur vera við til at broyta ES innanífrá. Tvs. m.a. at virka saman við fleiri av teimum meira hovligu sentrum flokkunum í ES londum. Tí síggja eygleiðarar fyri sær, at forsætisráðharrin í Italia, Meloni, sum vanliga verður eygleidd sum ein høgrapolitikari, nú sær ein møguleika fyri onkursvegna at leggja saman hendur við verandi ES forkvinnu, Ursula von der Leyen, heldur enn at gerast partur av teimum víðgongdu á høgravonginum. Eitthvørt samstarv teirra millum kann vera við til at minka um ávirkanina og valdið hjá flokkunum yðst á vinstra- og høgravongunum.
Evropa valið fyllur nógv í politiska kjakinum í Danmark, tó at tað ikki verður roknað við stórari valluttøku. Men úrslitið kann eisini fáa týdning fyri danskan innanríkispolitikk, har vit kunnu fáa eina peiling av, hvussu teir einstøku flokkarnir standa seg. Og her ikki minst samgongan millum Sosialdemokratarnar, Moderatarnar og Vinstra. Hetta hóast valið í mongum førum er meira eitt val um teir persónar, sum stilla upp heldur enn flokspolitikk. Danir skulu í dag velja 15 umboð til ES tingið, sum telur 700 tinglmir úr teimum 27 limalondunum.
Keldur: DR1, TV2, BBC, NRK, Information, Politiken, Politico, Reuters, Washington Post og New York Times.
https://nyheder.tv2.dk/udland/2024-05-23-europa-rykker-mod-det-yderste-hoejre-i-flere-lande-ser-en-uventet-gruppe-ud-til-at-gaa-forrest
https://www.politico.eu/article/ursula-von-der-leyen-giorgia-meloni-italy-eu-election-far-right/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald