Tá ið næstformaðurin í felagnum, Ásmundur Guðjónsson, handaði heiðurin, nevndi hann millum annað úr grundgevingini, at Kári í nógv ár hevur verið sera virkin í norðurlendska samstarvinum á sínum øki, sum er orkupolitikkur. Hetta visti Útvarpið at siga frá í gjár.
Kári Mortensen hevur brennandi áhuga fyri norðurlendska samstarvinum, og í føroyskum høpi er hann ein eldsál, sum altíð er til reiðar at tosa norðurlendska samstarvið upp, og hann sær møguleikarnar vit føroyingar hava at gangnýta samstarvið við okkara brøðrafólk.
Tað vóru Norðurlandahúsið, NORA, Norrøna Felagið í Føroyum og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, ið bjóðaðu til Norðurlandadagin, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum.
Kári Mortensen hevur verið stigtakari og partur av fleiri týðandi verkætlanum eitt nú gjøgnum føroysku luttøkuna í Nordisk Energy Forskning, sum m.a. stuðlar orku- og umhvørvistiltøkum í Norðurlondum. Her er Kári við til tiltak, sum Nordisk Energy Forskning skipaði fyri í Hetlandi í fjør. Mynd Jan Müller
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald