Stóra orkusøgan í bretskum miðlum um páskirnar eru tíðindini um eitt komandi samstarv og samanlegging millum eitt av heimsins størstu orkufeløgum, italska ENI og bretska Ithaca Energy. Arbeitt verður við at leggja virksemið hjá hesum báðum sera týðandi orkufeløgunum í Norðsjónum og á Atlantsmótinum eystan fyri Føroyar saman.
Hetta hendir um somu tíð, sum Ithaca Energy hevur fingið sítt loyvi til kelduna Cambo skamt frá føroyska markinum longt í tvey ár. Hetta loyvið gekk annars út hetta vikuskiftið.
Ein av mongu yvirskriftunum í bretskum miðlum í hesum døgum.
Hetta eru sera góð tíðindi fyri eitt nú føroyskar veitarafyritøkur, ið við enn eini útbygging eystan fyri markið, kunnu síggja fram til nýggjar uppgávur. Tað er eisini vert at bíta merki í, at ENI, sum nú eftir øllum at døma verður partur av Cambo útbyggingini, er ein gamal kenningur frá leitingini við Føroyar áður. Tá stóð ENI m.a. á odda fyri boringini av Anne Marie brunninum tætt við markið, og sum mong halda kann goyma stórar nøgdir av gassi í undirgrundini. At ENI nú aftur fer at síggjast millum feløgini, ið vísa ans fyri økinum við markið, er uttan iva kærkomið fyri Jarðfeingi, sum roynir at marknaðarføra framtíðar leiting á føroyska landgrunninum.
Gilad Myerson, nevndarformaður í Ithaca Energy: -Vit ynskja at gerast ein av størstu olju- og gassframleiðarunum í Bretlandi. Ein møgulig útbygging av Cambo kelduni nær føroyska markið er partur av hesum.
Gilad Myerson nevndarformaður í Ithaca Energy sigur við Energy Voice, at avtalan við ENI fer heilt givið at minka munandi um váðan at útbyggja stóru Cambo kelduna. Hann sigur víðari, at við at hava ENI sum partnara fer ein komandi útbygging av Cambo at koma í eina tryggari legu, tí ENI við sínum tøkniligu førleikum og royndum innan bæði leiting og útbygging kann geva eitt týðandi íkast til at gera verkætlanina til veruleika.
Við samstarvinum við ENI, sum fevnir um fleiri olju- og gassleiðir á bretska landgrunninum, fer Ithaca Energy at gerast millum fremstu og størstu orkufeløgini í Bretlandi við eini framtíðar framleiðslu uppá nærum 100.000 tunnur. Væntandi gongur ikki long tíð til, at avtala verður gjørd millum tær báðar orkufyritøkurnar. Myerson sigur, at tað er málið hjá Ithaca at gerast ein av størstu framleiðarunum av olju og gassi í Bretlandi og vónar hann, at hetta eisini fer at síggjast aftur, tá bretskir myndugleikar í næstum skulu taka støðu til útbygging av Cambo og øðrum leiðum.
Ætlaða útbyggingin av hesi eini tí størstu olju- og gassleiðunum í Bretlandi hevur leingi staðið fyri teimum stóru yvirskriftunum í bretsku miðlunum, nú umhvørvisfeløg vilja vera við, at hon gongur beint ímóti royndunum at minka um útlátið. Hesum vísa orkufeløgini aftur og vísa á, at olja og gass í dag standa fyri 80% av orkuveitingini í Bretlandi og fara eisini í mong ár aftrat so ella so at vera eitt týðandi grundarlag undir orkuveitingini eins og orkutrygdini.
So tætt við føroyska markið liggur risastóra olju- og gasskeldan Cambo. Við stóra orkufelagnum ENI sum partnarar bendir nógv á, at Cambo verður útbygd, og harvið fáa Føroyar einki minni enn tveir stórar orkugrannar eystan fyri markið. Hin er Rosebank.
Stóra mótstøðan frá umhvørvisfelagsskapum fekk í 2021 Shell, sum var ein týðandi partnari í Cambo, til at taka seg úr verkætlanini við teirra grundgeving, at ov stór óvissa varð knýtt at henni. Henda óvissa kundi m.a.. tulkast sum royndirnar hjá umhvørvisfelagsskapum at seta kila í verkætlanina.
Síðani hevur Ithaca Energy sum fyristøðufelag arbeitt við at fáa onnur feløg at koma uppí verkætlanina, og tíðindini nú um dagarnar, at ENI, sum telist millum tey stóru orkufeløgini í heiminum, er við at gera avtalu við Ithaca Energy um m.a. Cambo útbygging, koma sera væl við hjá teimum, sum halda, at henda stóra útbyggingin tætt við Føroyar, kann hava týdning fyri eitt nú stóru veitingarvinnuna í Bretlandi.
ENI var í fleiri ár partur av føroysku oljuleitingini og var m.a. fyristøðufelag fyri tí týðandi Anne Marie boringini vestan fyri markið. Nú eru útlit til, at vit fara at síggja ENI aftur um okkara leiðir - í fyrstu atløgu eystan fyri markið á Cambo leiðini.
Sum skilst arbeiðir Ithaca Energy nú eisini við at kanna møguleikan at fáa okkurt orkufelag aftrat ENI at gerast partur av verkætlanini, sum um væl vil til, kann verða góðkend av myndugleikunum í hesum árinum.
Hendir hetta so verður tað enn ein spennandi møguleiki hjá føroysku veitingarvinnuni, sum tá fær ikki færri enn tvær stórar orkuúbyggingar sum møguligar kundar. Hin útbyggingin av Rosebank kelduni er longu fara í gongd. Og hava umboð fyri Equinor herfyri vitjað í Føroyum eftir innbjóðan frá FOÍB (Føroya Orkuídnaðarbólki) og Sjóvinnufelagnum til tess at kanna møguleikarnar at keypa vørur og tænastur úr Føroyum.
Ein kann so eisini bara gita, hvønn týdning tvær so stórar útbyggingar av olju- og gasskeldum tætt við føroyska markið eisini kunnu fáa fyri møguliga framtíðar leiting í føroyskum øki, nakað, sum bæði løgting og landsstýri vóna fer at henda og sum Jarðfeingi arbeiðir miðvíst við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald