Uttanlands

Enn ein stórbanki ávarar: Oljuprísur 100 dollarar

Nú hevur enn ein stórur banki, Morgan Stanley, lagt seg aftrat teimum, sum ávara um ein methøgan oljuprís seinni í 2022, nevniliga 100 dollarar fyri tunnuna.

2022-01-21 15:19 Author image
Jan Müller
placeholder

Bankin metir, at oljugoymslurnar fara at halda fram at minka enn meira móti endanum á árinum. Framleiðslan fer eisini at halda fram við at minka, og íløgur í nýggja oljuframleiðslu fara at minka við upp til 30% fram móti 2030, samtíðis sum grøna orkuskiftið tekur dik á seg.

Herfyri kom stóri fíggjarstovnurin Goldman Sachs til somu niðurstøðu og segði í síni greining av framtíðar oljuprísinum, at hann fór at røkka 100 dollarum í 3. ársfjórðingi í ár. Orsøkin: ov lítil framleiðsla í mun til eftirspurningin.

Oljuprísurin er í løtuni uppá góðar 87 dollarar fyri tunnuna, sum er tann hægsti í meira enn sjey ár.

Kelda. Energy Voice og e24

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder