Uttanlands

Equinor gjørt stóravtalu um gass til Týsklands

Norska orkufelagið Equinor hevur gjørt eina risastóra avtalu við almenna týska orkufelagið SEFE um útflutning av gassi fram til 2029. Avtalan hevur eitt virði uppá 585 mia. kr.

2023-12-20 11:15 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta váttar Anders Opedal, stjóri fyri norska miðlinum VG. Talan er um eina ta størstu orkuavtaluna, sum norska felagið hevur gjørt. Avtalan skal tryggja týsku orkuveitingina í mong ár. Avtalan fevnir so eisini um blátt gass, sum skal brúkast í sambandi við grøna orkuskiftið.

Evropa tørvar stórar nøgdir av gassi til framleiðslu av grønari orku eitt nú vetni. Framleiðslan av eitt nú vetni í grøna orkuskiftini byggir í stóran mun á eitt nú gass úr Norra.

Equinor stjórin sigur, at henda avtalan er við til at førka Equinor týðandi stig fram á grønu leiðini.

Londini, sum fara at fáa gagn av avtaluni, eru umframt Týskland eisini Háland og Bretland. Avtalan svarar til tveir triðingar av árligu norsku orkuframleiðsluni og 40% av norsku fíggjarætlanini. Hon er nóg mikið til at nøkta orkutørvin hjá Berlin í 10 ár skrivar Equinor á síni heimasíðu.

SEFE (Securing Energy for Europe) er er eitt týskt felag, sum hevur sína røtur í russiska Gazprom og hevur felagið í dag sum endamál at tryggja Evropa orku í langa tíð.

Keldur: e24, VG og Equinor

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder