
Roknað verður við, at oljuframleiðslan á norska landgrunninum fer at lækka komandi árini. Kortini ætlar Equinor at gera alt fyri at kunna finna og framleiða alla ta oljuna og gassið, sum enn finst í undirgrundini. Hetta sigur fíggjarstjórin í felagnum.
Hetta skal gerast, hóast bæði norsk og altjóða veðurlagsmál gera seg galdandi. Men Equinor vónar, at politikarar loyva leiting eftir olju og gassi til tess at steðga minkingini í framleiðsluni longst møguligt. -Vit ætla at gera íløgur uppá 60-70 mia. kr. um árið á norska landgrunninum sigur fíggjarstjórin í Equinor, Torgrim Reiten við E24.
Hann hevur arbeitt í felagnum í 30 ár og minnist støðuna m.a. í 2001, tá ivi varð sáddur um at gera íløgur í felagið, tí framleiðslan lækkaði. Men 24 ár seinni vísa tølini, at framleiðslan er nærum ikki minkað.
Hann sigur við E24, at gevast íleggjarar at seta pengar í olju og gass, so minkar framleiðslan við 8-9% um árið. Samlaðu altjóða íløgurnar í olju og gass eru uppá 570 mia. dollarar í 2025, og tað kann hava ein framleiðsluvøkstur við sær. Men sjálvt ein lítið lækking í íløgum kann hava stórar avleiðingar.
90% av íløgunum fara til at standa ímóti náttúrligu minkingini og varðveita framleiðsluna á dagsins støði sigur Reitan og vísir á, at til tess at sleppa undan lækking í framleiðsluni so má Equinor leita meira.
Næstu 10 árini fara at gerast nógv øðrvísi enn tey seinastu sigur hann og vísir á, at neyðugt er at leita meira og til tess er tørvur á fleiri loyvum. Til tess at tryggja framleiðsluna eigur Equinor at leita, bora nógvar brunnar og minka um tíðina frá tí at eitt fund er gjørt til framleiðslu, sum í dag er millum 7-10 ár. Eisini er neyðugt at minka um kostnaðirnar.
Støðan í dag er tann, at bert fáar útbyggingar standa fyri framman, eftir seinastu útbyggingina av Johan Castberg feltinum í Barentshavinum. Enn ein er á tekniborðinum í Barentshavinum, Wisting, men síðani eru fáar útbyggingar á skránni, og tí er neyðugt, at nýggja stjórnin letur upp fyri nýggjum útbjóðingum sigur Reitan.
Hann vísir á, at tað kann gerast ein avbjóðing alt eftir hvørja undirtøku stjórnin fer at fáa frá øðrum flokkum. Reitan sigur, at norskir myndugleikar hava higartil dugað væl at tilrættaleggja uppá longri sikt, og hevur tað verið orsøkin til, at tað er eydnast at varðveita framleiðsluna.
Støðan í Bretlandi hevur so verið ein onnur, nú myndugleikarnir ikki hava megnað at fylgt gongdini nóg væl, soleiðis at íleggjarar eru rýmdir, tí teir hava ikki kent seg nóg tryggar við bretsku skipaninar, serstakliga á skattaøkinum. Reitan sigur, at tað hevur stóran týdning, at norskir myndugleikar ikki detta í somu grøv sum teir í Bretlandi.
Altjóða orkugrunnurin EIA, sum plagar at mæla til at minka um íløgur í kolvetni, tí nóg mikið er longu funnið, hevur brádliga broytt støðu og mælir í síni seinastu frágreiðing til at økja um íløgurnar í olju- og gassleiting og framleiðslu til tess at kunna nøkta eftirspurningin í heiminum.
-Neyðugt er at gera fleiri iløgur í olju og gass til tess at varðveita framleiðsluna sigur IEA í síni seinastu frágreiðing Production Gap Report. Reitan sigur, at stóra abjóðingin kemur, um vit gevast við at leita eftir olju og gassi, tí tá minkar framleiðslan so skjótt, at vit fáa eina veruliga orkukreppu. Kortini eru tað eisini tey, sum halda, at vit hava nóg mikið av olju og gassi, og tí er ikki neyðugt at halda fram við nýggjari leiting.
Reitan heldur annars, at altjóða orkuskiftið gongur ov seint. Orkuskipaninar klára seg rætt og slætt ikki uttan olju og gass.i Og vísir hann á, at norsk olja hevur sera lítið CO2 útlát. Hann heldur tað tí vera avgerandi at minka um útlátið heldur enn at gevast við oljuframleiðslu, sum tørvur fer at verða á leingi aftrat. Tí metir hann, at eingin olja eigur at liggja gloymd í norsku undirgrundini. Hann vísir eisini á týdningin at fara undir at elektrifisera oljuframleiðsluna.
Tað eru tó tey, sum halda, at skulu vit røkka 1,5 stig málinum, so er neyðugt at minka um oljuframleiðsluna. Kortini er semja um, at soleiðis sum støðan er í løtuni við krígnum í Ukraina, so er neyðugt at framleiða alt tað sum ber til í eitt nú Norra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald