Uttanlands

Oljuprísur lækkar aftur eftir avtalu

Oljuprísurin lækkaði við góðum 4 dollarum til 82 dollarar, tá tíðindi bórust um rammuavtalu millum USA og Iran

2026-06-15 20:11 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað hevur verið eitt stórt sveiggj í oljuprísinum síðani kríggið byrjaði í Miðeystri. Undan krígnum var hann 60 dollarar fyri síðani at hækka upp í bæði 110 og 120 dollarar eitt skifti.

Tá tað var kunngjørt, at ein friðaravtala millum USA og Iran er gjørd og verður undirskrivað fríggjadagin lækkaði oljuprísurin úr góðum 86 dollarar til 82 dollarar fyri tunnuna. Hetta er tó framvegis góðar 20 dollarar hægri, enn prísurin var fyri kríggið. Ein orsøk til at prísurin ikki er lækkaður enn meira eftir at tíðindini um avtalu bórust er helst tann stóri ivin, sum framvegis er um avtaluna.

Hvat hon ítøkiliga inniheldurfæst ikki at vita fyrr enn fríggjadagin. Eygleiðarar halda seg annars vita, at avtalan als ikki fer at nevna kjarnorkumálið, sum annars var orsøkin til, at Trump forseti valdi at fara í kríggj. Heldur ikki sigur hon nakað um sanktiónirnar móti Iran. Tað einasta ítøkiliga, sum tó er komið fram er, at Iran fer at lata upp Hormuz sundið í 60 dagar. Henda tíðin skal so brúkast til at fáa teir stóru spurningarnar uppá pláss, hvat flestu eygleiðarar hava lítlar vónir um. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder