Uttanlands

Equinor: Orkuútbygging eystan fyri Føroyar gongur eftir ætlan

Hóast bíðað hevur verið eftir góðkenning frá bretsku myndugleikunum, og tað hevur skapt óvissu um risastóru oljukelduna Rosebank, so er stjórin í Equinor í Bretlandi ikki í iva. -Tað gongur eftir ætlan sigur hann.

Arne Gürtner, stjóri hjá Equinor í Bretlandi og Írlandi. Hann hevur eisini ábyrgd av Føroyum: -Eg havi góðar vónir um, at bretska stjórnin fer at góðkenna Rosebank útbygging í hesum árinum.

Arne Gürtner, stjóri hjá Equinor í Bretlandi og Írlandi. Hann hevur eisini ábyrgd av Føroyum: -Eg havi góðar vónir um, at bretska stjórnin fer at góðkenna Rosebank útbygging í hesum árinum.

2023-09-10 14:50 Author image
Jan Müller
placeholder

Seinastu mánaðirnar hevur stóra Rosebank olju- og gasskeldan eystan fyri Føroyar verið ovast á breddanum í bæði miðlum og almenna rúminum í Bretlandi. 

Umhvørvisfelagsskapir og umboð fyri politiskar flokkar í Bretlandi hava í longri tíð mótmælt ætlanini at loyva útbygging av hesi oljukelduni, sum tey siga stríðir ímóti umhvørvis- og veðurlagspolitikkinum. Hesum hava leiðandi bretskir politikarar tó víst aftur við at vísa til, at Bretlandi tørvar alla ta orku tað kann fáa hendur á í Norðsjónum til tess at gerast óheft at innfluttari orku.

Nú hevur so stjórin í Equinor í Bretlandi og Írlandi og eisini við ábyrgd fyri Føroyum, Arne Gürtner sagt frá, at Rosebank verkætlanin er í tryggum hondum, hon er  “progressing really well and according to plan” og leggur aftrat, at Rosebank “is still on track for approval this year”.

Rosebank keldan er størsta olju- og gasskeldan á bretska landgrunninum, sum enn ikki er útbygd til framleiðslu.

Hon er eisini vorðin kjarnin í mótstøðuni hjá umhvørvisfelagsskapum móti olju- og gassvirksemi í heila tikið og verður herferðin móti útbyggingini rópt “Stop Rosebank”.

Equinor stjórin viðgongur í samrøðu við Energy Voice í sambandi við altjóða oljumessuna “Offshore Europe” í Aberdeen í hesum døgum, at hóast klárt er til sjóseting av einum av flaggskipunum hjá felagnum, so hevur tað tikið longri tíð enn ætlað at fáa onkur viðurskifti uppá pláss undan íløgugóðkenningini hjá felagnum, (FID).

Ein týðandi partur av Rosebank verkætlanini er at elektrifisera framleiðsluskipið, ið skal liggja á leiðini, tvs. við streymi at kunna minka munandi um CO2 útlátið frá framleiðsluni. Hetta fer at verða grundarlagið undir flestu av nýggju og eisini verandi olju- og gasskeldum og hevur norska Equinor sum tað fyrsta í heiminum herfyri útgjørt tveir olju- og gasspallar við streymi frá eini havvindmylnulund.

[object Object]

Nú verður so tosað um at veita streym antin úr landi ella frá havvindmylnulundum til komandi tríggjar útbyggingarnar á Atlantsmótinum, nevniliga Rosebank, Cambo og Clair South, (Clair Phace 3). Hetta eru alt risastórar keldur, sum liggja millum Hetland og Føroyar. Equinor, Ithaca Energy og BP, fyristøðufeløgini fyri hesum orkuleiðunum, eru farin saman um eitt samstarv, sum skal kanna møguleikarnar fyri at elektrifisera tær tríggjar útbyggingarnar eystan fyri Føroyar.

Her hevur so verið gitt, at ein møguleiki er at fáa streym frá vindmyllum á landi í Hetlandi, ein annar at byggja havvindmylnulundir, sum kunnu veita streym. Her hevur Equinor so longu drúgvar royndir við útbyggingini av tí fyrstu flótandi havvindmylnulundini í Norra.

Equinor stjórin sigur, at felagið leggur so mikið stóran dent á elektrifisering av framleiðsluni, at Rosebank fer at metast sum juvelurin í krúnuni, tá tað snýr seg um á munagóðan hátt at minka um CO2 útlátið tvs. at skifta út gassrikna framleiðslu á pallum og skipum við streymi frá vindmyllum.  

Endamálið hjá Equinor er so at brúka Rosebank sum ein fyrimynd  fyri framtíðar virksemi hjá felagnum kring allan heimin.

Rosebank verkætlanin fer longu av bakkastokki í 2025, tá fleiri framleiðslubrunnar skulu borast. Roknað verður so við fyrstu framleiðsluni í 2027.

Cambo og Rosebank á Offshore Europe

Útbyggingarnar av risastóru olju- og gasskeldunum Cambo og Rosebank vestan fyri Hetland vórðu nógv umrøddar á altjóða orkuráðstevnuni Offshore Europe í Aberdeen hesa vikuna.

[object Object]

M.a. segði nevndarformaðurin í orkufelagnum Ithaca Energy, Gilad Myerson, at hann var vísur í, at bretska stjórnin fór at góðkenna hesar tvær tær størstu framtíðar orkuverkætlaninar í Bretlandi. Hann segði, at við teimum kann Bretland kenna seg tryggari, tá talan er um orkutrygdina, landið kann eisini við hesum keldum fáa framleiðslur, ið hava munandi minni útlát enn allar aðrar framleiðandi keldur bæði í Bretlandi og aðrastaðni.

-Vit mugu hugsa um sjálvi at veita ta minst dálkandi orkuna og hana fáa vit m.a. frá keldunum vestan fyri Hetland segði Myerson, sum legði serstaka herðslu á týdningin hesar fóru at fáa fyri arbeiðspláss í Skotlandi.

-Uttan mun til hvør fer at manna komandi stjórn, so halda vit, at hon fer at geva grønt ljós til at fremja hesar útbyggingar.

[object Object]

[object Object]

Rishi Sunak stendur við avgerðina at lata meira enn 100 nýggj leitiloyvi eins og loyva útbyggingum av kolvetnisleiðum so sum Cambo og Rosebank. 

[object Object]

Millum umhvørvisfólkini, sum mótmæla útbygging av Rosebank kelduni nær við markið, er eisini Gretha Thunberg.

Hóast umhvørvisfelagsskapir móttmæla útbyggingum sum Cambo og Rosebank, so heldur vinnan eins og stjórnin í London við forsætisráðharranum Rishi Sunak á odda fast við, at olja og gass, sum finst í Norðsjónum skal troytast m.a. fyri at tryggja orkutrygdina í Bretlandi.

[object Object]

Umframt at menna olju- og gassvirksemi við at minka um útlátið við eitt nú elektrifisering vóru nógvar røddir frammi á ráðstevnuni í Aberdeen um, at vindorkan her serstakliga tann til havs eigur at hava fremstu raðfesting í framtíðar orkupolitikkinum.

Í seinastuni hevur eisini ljóðað, at eigarnir av risastóru vindmylnulundini Viking Windfarm í Hetlandi vilja bjóða seg fram at lata streym til komandi pallar og skip eystan fyri Føroyar. 

[object Object]

Økið eystan fyri føroyska markið er sera ríkt uppá bæði olju og gass. Bretskir myndugleikar fara helst í næstum at loyva útbygging av Rosebank kelduni og seinni eisini útbygging av Cambo. Verður Cambo útbygd er sannlíkt, at tvær olju- og gassleiðir longur suðuri, Tornado og Suilven, verða knýttar í Cambo-framleiðsluna.

Verður hetta veruleiki, og tað tykist so, tá verður økið beint eystan fyri Føroyar ein nýggjur olju- og gasslandslutur, sum uppá sikt eisini kann fáa stóran týdning fyri Føroyar og ynskini her um at vera partur av bæði oljuleiting og framleiðslu eins og veitingum til nógva nýggja virksemið so tætt við markið.  

[object Object]

Hetta kann gerast framtíðar útsýnið eystan fyri føroyska markið um ikki so nógv ár, eitt framleiðsluskip á Rosebank leiðini og ein framleiðslupallur á Cambo leiðini. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder