Hóast havvindorkan stendur ovast á breddanum í tí grøna orkuskiftinum í mongum pørtum av heiminum, so hava tað verið turbulentar tíðir hjá hesi alternativu orkuvinnuni í Evropa av nógvum ymsum orsøkum.
Ein er tann hækkandi kostnaðurin orsakað av rentuvøkstri og størri framleiðsluútreiðslum, og enn ein er harða kappingin við eitt nú Kina.
USA hevur kortini undir Biden sum forseta raðfest vindorkuna nógv, og tí fara skjótt at síggjast ítøkilig úrslit av hansara grøna politikki. Hóast komandi forsetin Trump hevur gjørt greitt, at honum dámar ikki vindmyllur, so er neyvan trúligt, at hann fer at hava eydnuna við sær at steðga fleiri av teimum stóru verkætlanum, sum longu eru komnar í eygað.
Samlaða íløgan í Empire Wind 1 er mett til 5 mia. dollarar og er partur av hesi leiga av Sourt Brooklyn Marine Terminal skrivar Equinor á síni heimasíðu.
Tað eru skjótt 8 ár síðani, at Equinor fekk tillutað Empire Wind loyvið. Við hesi verkætlanini vil Equinor eisini vísa, at felagið umframt at vera sera virkið innan olju og gass eisini ynskir at gera íløgur í grøna orku so sum havvind. Henda útbyggingin verður tann fyrsta at lata New York streym frá havvindi. Umleið 1000 fólk eru til arbeiðis at gera havnaøkið sunnan fyri Long Island klárt til ta stóru vindorkulundina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald