Stóra útbyggingin av vindorku kring heimin setir stór krøv til framleiðararnar av vindmyllurm, og kappingin er hørð, eisini um okkara leiðir.
Danska vindmylnufyritøkan Vestas tykist at hava vind í seglunum, nú boð eru eftir Vestas vindmyllum nógva staðni, eitt nú til havvindmylnulundir í USA.
Norska orkufelagið Equinor, sum man vera eitt av teimum “gomlu” oljufeløgunum, ið gongur á odda at gera íløgur í vindorku, hevur avgjørt at brúka Vestas vindmyllur til eina av sínum heilt stóru verkætlanum.
Tað eru risaprojektini Empire Wind 1 og 2 í USA, sum BP og Equinor standa fyri. Brúkast skulu ikki færri enn 138 vindmyllur.
Enn er avgerð ikki tikin um at keypa, men roknað verður við, at tað vera danskar vindmyllur, sum skulu útvega stórbýnum New York streym í framtíðini. Tíðindi koma væl við hjá Vestas, tí seinast, tá Equinor keypti vindmyllur til enn eitt av sínum stóru projektum, Doggerbank úr fyri Bretland, tá fall avgerðin á amerikanska GE vindmylnuframleiðaran.
Tá verkætlanin í USA er liðug skal hon kunna veita brúkarunum 2.070 megawatt. Um avtalan verður veruleiki, verður hon tann størsta hjá Vestas nakrantíð. Vindmyllurnar teljast millum tær størstu í heiminum og eru uppá 15 megawatt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald