Sambært NTB-Reuters-Ritzau skrivar norski netmiðilin E24, at umrødda avtala nú skal til viðgerðar millum ES sendifólkini úr øllum limalondunum og orkunevndini í ES tinginum. ES sigur í morgun frá, at limalondini sleppa sjálvi at velja, hvussu tey ætla at røkka málinum.
Hetta hevur við sær eitt bindandi hægstamark fyri orkunýtsluna í ES, sum svarar til 763 mió. tunnur av olju.
Fyri primernýtsluna verður talan um eitt vegleiðandi mark, sum svarar til 993 mio. tunnur av olju. Við endaligu nýtsluna skilst tað brúkararnir loksins brúka, meðan primera nýtslan eisini fevnir um orku, sum verður brúkt í orkuframleiðslu skrivar E24.
Tað eru annars fleiri mátar at effektivisera orkunýtsluna. M.a. við hjálp av fjarhita og avgjøldum, sum fáa brúkararnar at brúka minni orku.
Eisini orkukrøv til bygningar og orkumerking av elektronikki ger, at brúkararnir keypa vørur, sum brúka minni streym.
Í kjakinum rundan um minking av orkunýtsluni hava verið fleiri uppskot frammi. Eitt er at minka hana við 9% og eitt annað við 14,5%. Nú er so fyribils gjørt av at minka við 11,7% fram til 2030.
Mynd: E24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald