Uttanlands

ES finst at Noregi fyri námsvinnu á havbotni

ES óttast fyri avleiðingunum av norsku avgerðini at lata upp fyri námsvinnu á havbotninum. 

2024-01-18 18:32 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað var 9. januar, at norska Stórtingið samtykti uppskot frá stjórnini um at lata upp fyri leiting eftir mineralum á havbotninum. Norra er harvið fyrsta landið í heiminum, sum loyvir handilsligari námsvinnu til havs.

ES heldur avgerðin kann fara at skaða bæði umhvørvi og náttúruna annars og kann skaða vistfrøðiskipanina í havinum eins og fiskatilfeingið.

[object Object]

ES nevndin sigur, at hon metir námsvinnu á havbotninum eigur at bannast, til allar hugsandi umhvørvisavleiðingar eru gjørdar og eftirmettar sigur Wojciechowski, landbúnaðarráðharri í ES. Hann vísir til, at sera lítið er granskað á hesum øki. 

Ætlanin hjá norsku stjórnini er at kunna fara undir framleiðslu av sera týðandi mineralum, ið m.a. skulu brúkast í grøna orkuskiftinum og harvið gerast minni heft at innflutningi úr Kina.

Kelda: NTB

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder