Tað var í 2021, at ES samtykti at arbeiða fram móti fyribils at steðga olju- og gassframleiðslu í Arktis, eitt sokallað moratorium.
Norska stjórnin hevur síðani arbeitt fyri at fáa ES at broyta støðu og taka moratoriumið av í nýggju Arktis-strategiini, sum eftir ætlan skal leggjast fram 20. oktober. Men longu nú bendir nógv á, at ES fer at halda fast við sína verandi støðu. Tað skrivar NRK.
– ES er framvegis bundið at tí tilgongd, sum er lýst í felags frágreiðingini um arktisku strategiina hjá ES frá 2021, sigur ein talsmaður fyri ES við NRK. Hann sigur samstundis, at ES heldur fast við moratoriumið.
– Frameftir verður okkara tilgongd til moratoriumið óbroytt. Leiðreglurnar hava sum mál at handfara bæði veðurlags- og umhvørvisligar broytingar og at stuðla burðardyggari búskaparligari menning, sigur talsmaðurin. Endalig váttan av støðuni kemur, tá nýggja Arktis-strategiin verður løgd fram, upplýsir hann.
Noreg vil hava meira olju og gass
Støðan hjá ES er í stórum mótsetningi til ætlanirnar hjá norsku stjórnini, sum vil halda fram við at leita eftir og útvinna olju og gass í Barentshavinum, ið liggur í Arktis.
Norska stjórnin vísir m.a. á, at olju- og gassvinnan hevur stóran týdning fyri norska búskapin og fyri orkutrygdina í Evropa. Men Barentshavið er eisini eitt øki við viðbreknum og virðismiklum náttúruøkjum.
Arktis hitnar nógv skjótari enn restin av heiminum. Sambært gransking hitnar økið upp til fýra ferðir skjótari enn heimsmiðal. Veðurlagsbroytingarnar eru í stóran mun elvdar av nýtsluni av koli, olju og gassi.
![]()
Á várið í 2026 vórðu fleiri øki í Barentshavinum latin upp til olju- og gassleiting. Økini, sum longu eru partur av TFO-skipanini, eru víst við reyðum á kortinum omanfyri, meðan tey nýggju uppskotnu økini eru víst við gulum.
Støre hevur tikið málið upp við ES
Norskir myndugleikar og olju- og gassvinnan hava seinastu mánaðirnar fleiri ferðir gjørt greitt, at tey vilja hava ES at sleppa moratoriuminum.
Forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre og fleiri ráðharrar hava tikið málið upp á fundum við ES-leiðarar. Støre gjørdi tað seinast á einum fundi við ES-leiðarar í Finlandi í síðstu viku.
Støre hevur víst á, at tað ikki er heilt greitt, hvar geografiska markið fyri Arktis gongur.
– ES hevur jú áður ynskt tað, sum tey kalla eitt moratorium móti olju og gassi í Arktis, uttan greitt at hava skilmarkað, hvat Arktis er landafrøðiliga, segði Støre.
Hann vísti eisini á, at ES í dag fær flótandi gass úr Hammerfest og úr Snøhvit-feltinum.
– Ein kann kjakast um, hvar markið fyri Arktis gongur, men Hammerfest er í Arktis, segði norski forsætisráðharrin.
Málið er vorðið enn meira aktuelt eftir, at eftirspurningurin eftir norskari orku í ES er vaksin í kjalarvørrinum av russiska álopskrígnum móti Ukraina og stongingini av Hormuzsundinum.
Noreg ætlar at halda fram
Orkumálaráðharrin Terje Aasland hevur nýliga sagt, at Noreg fer at halda fram við olju- og gassleitingini í Arktis, uttan mun til hvørja støðu ES tekur. Tað kom m.a. fram á altjóða oljumessuni ONS í Stavanger herfyri, har landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jacob Vestergaard eisini varð hjástæddur.
Tað var m.a. á altjóða orkuráðstevnuni í Stavanger herfyri, at norski oljuráðharrin gjørdi greitt, at Norra ætlar ikki at gevast við sínum ætlanum í Arktis, hóast ES fer at vera ímóti. Her hittir Jacob Vestargaard norska starvsbróðurin á ONS. Mynd Jan Müller.
Frøya Skjold Sjursæther, stortingslimur fyri MDG, heldur hinvegin, at avgerðin hjá ES er eitt stórt afturstig fyri norsku stjórnina.
– Hetta má sjálvandi fáa avleiðingar fyri Noreg. Í fíggjarligu samráðingunum í heyst fer MDG at krevja, at øll oljuleiting í Barentshavinum verður steðgað, sigur hon, sambært NRK.
Hon vil eisini hava Equinor at sleppa ætlanunum um Wisting, sum ætlanin er skal gerast til heimsins norðasta oljufelt.
SV fegnast um støðuna
Enn ein av flokkunum í norska Stórtinginum, SV tekur væl ímóti avgerðini hjá ES.
– Náttúran í Arktis er sera viðbrekin, tá talan er um oljudálking, sigur næstformaðurin í flokkinum, Lars Haltbrekken.
Hann heldur, at norska stjórnin eigur at lurta eftir ES.
– Stjórnin má steðga ætlanunum um eina stóra satsing upp á olju- og gassframleiðslu í Arktis, sigur hann.
Senterpartiet: ES hevur einki við hetta at gera
Ein annars flokkur, Senterpartiet hevur eina heilt aðra støðutil málið. Flokkurin heldur, at ES ikki eigur at leggja seg út í, hvussu Noreg útinnir sítt fullveldi.
– Norsk olju- og gassframleiðsla hevur stóran týdning fyri at fíggja vælferðina kring alt Noreg og fyri orkutrygdina í Evropa, sigur Maren Grøthe, orkupolitiskia talskvinnan hjá Senterpartiet.
Hon heldur, at ES heldur átti at verið takksamt fyri norsku oljuna og gassið. Í dag er ES stórur innflytari av olju og gassi úr Noregi og fer tørvurin í framtíðini at gerast uppaftur størri verður eingin endi á krígnum í Ukraina og í Miðeystri.
– Norsk olja og gass hava verið við til at forða fyri einari enn meira álvarsamari orkustøðu í Evropa, sigur hon sambært NRK.
![]()
onas Gahr Støre vitjaði ES høvuðsborgina herfyri, har hann royndi at sannføra Ursula von der Leyen at stuðla norsku orkuætlanunum í Arktis.
Støre: Avgerðin broytir ikki norsku støðuna
oNorski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre hevur seinnapartin gjørt viðmerking til støðuna hjá ES til oljuleiting í Arktis. Hann sigur, at støðan hjá Norra er greið. Landið fer framhaldandi at menna olju- og gassvinnuni í Barentshavinum, sum er partur av Arktis. Tvs. at avgerðin hjá ES fer ikki at broyta norska orkupolitikkin.
-Vit fara framhaldandi at leita og framleiða í norðurøkjunum á ein tryggan og umhvørvisvinarligan hátt, tí orkan har fer at hava alstóran týdning fyri norska búskapin eins og fyri orkutrygdina í Evropa.
ES innflytir í dag 30% av síni gassnýtslu úr Norra. Hann leggur annars dent á, at talan er ikki um eina lóg í ES, men um orðingar í eini arktiskari strategi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald