Uttanlands

ES skal í dag atkvøða um gass og kjarnorku

 Í dag skal ES tingið atkvøða um, antin felagsskapurin skal góðtaka ella vraka eitt uppskot um at oyramerkja gass og kjarnorku sum “grønar” orkukeldur. 

2022-07-06 14:32 Author image
Jan Müller
placeholder

Sera stórur spenningur er um atkvøðugreiðsluna í ES tinginum, har tætt er millum ja og nei-sigarar.  Arbeitt hevur verið við uppskotinum í longri tíð. Fyrst var mótstøðan stór ímóti at góðkenna bæði gass og kjarnorku sum grøna orku fyri síðani at koppa hinvegin, serliga eftir at Russland framdi innrás í Ukraina og eftir,  eftirspurningurin eftir orku er vaksin í Evropa og kring heimin. 

Fleiri limir í ES tinginum eru sera ónøgdir við uppskotið frá ES-Kommisiónini um at loyva íløgum í gass og kjarnorku og halda tað vera eitt sera skeivt signal at senda: at loyva íløgum í hesi orkusløgini sum vóru tær burðardyggar íløgur. 

Uppskotið hevur stóran týdning, tí tað kann vera við til at stuðla uppundir íløgur í orkuhættir, sum ES metir sum grønar. 

Júst tí hava fleiri limir í ES- tinginum gjørt greitt, at teir fara at atkvøða ímóti uppskotinum.

[object Object]

Væntað verður, at atkvøðugreiðslan fer at vera sera jøvn, tí ein stórur bólkur av viðhaldsfólki heldur, at uppskotið er neyðugt fyri at kunna røkka grøna orkuskiftinum og megna høgu orkuprísirnar í kjalarvørrinum á krígnum í Ukraina skrivar Energy Watch. 

ES kommiserurin fyri fíggjarligar tænastuveitingar, Mairead McGuinness viðgongur, at uppskotið er ikki eitt framúr uppskot, tí hon hevur ongantíð mett gass sum grøna orku. Men hon undirstrikar samtíðis, at uppskotið er neyðugt og pragmatiskt í núverandi støðu við manguli á orku. Nøkur lond, sum flyta seg burtur frá fossialari orku, har tørv á gassi í skiftistíðini. Kjarnorka er eisini partur av orkumixinum í skiftistíðini sigur Mairead McGuinness sambært Engery Watch.

Uppskotið kemur í eini tíð, har orkupolitikkurin í Evropa hevur fingið nógv størri trygdarpolitiskan týdning, eisini orsakað av veitingartrygdini í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina. 

[object Object]

Týskland er sera bundið at gassi úr Russlandi, og Frakland fær 70% av síni orku frá kjarnorkuverkum, so hetta er eingin einføld avgerð hjá ES tinginum. Júst tí hevur stórt trýst verið lagt á ES-tingið um at gera gass og kjarnorku til partar av grøna orkuskiftinum. 

Ávarað verður eisini móti, at  verða gass og kjarnorka ikki mett sum burðardyggar íløgur, tá kann orkurokningin fyri bæði húsarhald og virki gerast nógv dýrari. 

Mótstøðufólkini harafturímóti halda, at uppskotið verður við til at styrkja hesi orkusløgini uppá sikt og fer tað at nerva og seinka  grønu málunum. Uppskotið er ein roynd at grønvaska fossila orku siga tey. 

Tær atfinningarnar vísir Mairead McGuinness tó aftur. 

-Vit eru noydd til at hava íløgur í gass og kjarnorku við  í skiftinum til eina burðadygga framtíð. Alt ov mong síggja burtur frá neyðuga skiftinum. 

Verður uppskotið felt, so má ES aftur til tekniborðið fyri at broyta tað.

Leinkja til kunning um málið:



https://www.google.com/search?q=EU+on+green+gas+and+atomic+energy&oq=EU+on+green+gas+and+atomic+energy&aqs=chrome..69i57j33i160.10481j0j7&sourceid=chrome&ie=UTF-8

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder