Uttanlands

Flúgva um Atlantshav við grønum brennievni

Ein heilt serlig flogferð verður millum Heathrow í London og JFK í New York í dag

(Mynd: BBC)

(Mynd: BBC)

2023-11-28 07:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag fer eitt heilt serligt flogfar hjá felagnum Virgin Atlantic at flúgva úr Heathrow floghavnini í London við kós móti JFK í New York.

Tað verður fyrsta ferðafólkaflogfar, sum flýgur tvørtur um Atlantshav við einans av brúka burðardygga brennievnið SAF (Sustainable Aviation Fuel).

Flogídnaðurin sær hetta sum ein møguleika at vísa heiminum, at tað ber til at flúgva meira umhvørvisvinarligt.

Flogfarið er eitt Boeing 787 við Rolls-Royce motorum.

Fyrr hevur eitt minni Gulfstream G600 flogfar flogið yvir um Atlantshav við hesum brennievninum.

Stovnarin av Virgin Atlantic, milliardingurin Richard Branson, ovasti stjórin í felagnum, Shai Weiss og bretski samferðslumálaráðharrin, Mark Harper, vera við á ferðini.

Eftir ætlan fler flogfarið avstað klokkan 11.30, lokala tíð, og lendir í New York klokkan 14.40 lokala tíð, sum er kl. 19.40 hjá okkum.

Annars verða hvørki ferðafólk ella farmur við á ferðini, sum Virgin kallar Flight100, skrivar Ritzau.

Gjørt úr matolju og djórafiti

Tað eru longu fleiri flogfør, sum brúka SAF blandað upp í vanliga flogbensinið. Men hetta er dýrt brennievni, og kann í løtuni einans avloysa 0,1 prosent av tí brennievni, sum flogídnaðurin brúkar í dag.

Flogídnaðurin stendur fyri millum tvey og trý prosent av heimsumfatandi útlátinum av kolevni.

SAF er gjørt úr matolju og djórafiti og eitt sindur av syntetiskum petroleum, ið er gjørt úr matleivdum, upplýsir Virgin Atlantic.

Hóast henda royndin nú verður fagnað av bæði Virgin Atlantic og bretsku stjórnini, so eru tað eisini røddir, ið tala at. Umhvørvisfelagsskapurin Stay Grounded heldur, at tiltakið er um eitt slag av grønvasking.

Henda máliska verður brúkt, tá vørur verða førdar fram fyri at vera meira grønar og umhvørvisvinarligar, enn tær í veruleikanum eru.

- Eftirgjørt brennievni er als ikki nær við at kunna loysa trupulleikan. Tað vit hava brúk fyri, er at minka um nýtsluna av steinrunnun brennievni, og tað verður gjørt við at minka um flúgvingina har tað er gjørligt, sigur eitt umboð fyri felagsskapin. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder