Nú kjak hevur tikið seg upp um, hvørvítt Tórshavnar Kommuna skal velja millum dieselriknar ella elriknar bussar, hevur umhvørvisfelagsskapurin FNU eisini lagt seg út í kjakið. FNU heldur tað vera eitt gylt høvi hjá Tórshavnar Býráð at geva sítt íkast til grøna orkuskiftið og velja elriknar bussar framum bussar, sum verða riknir við dielsel.
FNU skrivar í tíðindaskrivi, at bussleiðin í Havn hevur verið ein sonn sólskinssøga. Og býráðið hevur í dag eitt gylt høvið at tryggja, at Bussleiðin eisini verður eitt signal til okkum øll um, at høvuðsstaður okkara gongur á odda í stríðnum at minka avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum. Tað kann kommunan gera, nú 16 býarbussar skulu skiftast út. Felagsskapurin skrivar víðari:
Perfekt timing
Timingin júst nú, at gera Bussleiðina grøna, kundi ikki verið betri. Tað eru t.d. bert átta ár til Visjón 2030, at øll orka á landi í Føroyum skal hava null CO2-útlát. Og tað eru bert fimm ár til 2027, tá kommunan einmælt hevur samtykt, at einki CO2-útlát skal vera. Um teir nýggju bussarnir verða el-bussar ella vetnisbussar (brint), er ikki so umráðandi. Tað, sum er umráðandi er, at teir ikki verða riknir við dieselolju, sum undir øllum umstøðum er meira dálkandi.
Óteljandi fyrimunir
Um skift verður til el-bussar verða fyrimunirnir nógvir:
- í einum høggi ber til at minka CO2-útlátið hjá kommununi við uml. einari millión tonsum
- verða bussarnar løddir um náttina, ber til at gagnnýta yvirskotsorku frá vindmyllum - orka, sum annars hevði farið fyri skeyti
- minni larmur og eingin luft/partikkul-dálking
- minni viðlíkahald, tí el-rikin akfør hava nógv færri deilir, sum røra seg, og tí er slitið eisini minni
- vit fara at innflyta væl minni av olju
Neyvan so nógv dýrari
Tá ført verður fram í almenninginum, at el-bussarnir verða so nógvar ferðir dýrari fyri kommununa, so er tað heldur ikki rætt. Tað fer at loysa seg í longdini, tí hetta eru íløgur, sum kommunan skal gera so ella so.
Rætt er tað, at byrjunarkostnaðurin er hægri, tí enn kosta el-bussar meira enn dieselbussar. Løðistøðir o.a. skulu setast upp, og eisini verður neyðugt at útbúgva fólk at taka sær av øllum hesum.
Men, tað vit kunnu vera vís í er, at hetta er ein sera skilagóð íløga í umhvørvið og framtíðina. Ein íløga, sum við tíðini fer at loysa seg.
Bíligari at reka
El-bussar eru nevniliga bíligari at reka. El-orkan kostar væl minni enn orka frá olju. Fyri at geva eina ábending um hvussu raksturin kann fara at ávirka tað samlaða roknistykkið, kunnu vit taka fram hetta roknistykkið:
Bussarnir hjá Bussleiðini koyra umleið 1 millión kilometrar um árið. Siga vit, at bussarnir nýta 1 litur at koyra 3 km, so skulu 333.333 litrar av olju nýtast. Siga vit, at hvør litur kostar 8 krónur skulu 2.666.666 kr. (2,7 milliónir krónur) nýtast til at keypa olju, sum skal flytast inn í landið. CO2-útlátið av hesum er 900 tons.
Um el-bussar vórðu nýttir í staðin, sá roknistykkið soleiðis út: Siga vit, at ein el-bussur skal nýta 1 kWh til hvønn kilometur, skal hann nýta 1.000.000 kWh til at koyra 1 millión km. Siga vit, at hvørt kilowattið kostar 1,3 kr., skulu nýtast 1.305.000 kr. (1,3 milliónir krónur) at gjalda hetta við.
Samumtikið vísir roknistykkið sostatt, at el-bussarnir eru tilsamans 1.305.000 kr. (1,3 millión) bíligari enn teir diesel-riknu bussarnir. Ella bara 50% av tí, sum dieseloljan kostar! Og her er enntá talan um orku, sum verður framleidd í landinum.
Hetta má takast við í metingina, tá ið tosað verður um kostnaðin av at leggja um til elbussar.
Sólskinssøgan kann halda fram
Bussleiðin í Tórshavnar kommunu hevur á mangan hátt verið ein sólskinssøga.
Tá ið tað fyri 12-14 árum síðani gjørdist ókeypis at koyra, gjørdist hon ein samhaldsføst skipan. Ein skipan, sum hevur stóran týdning fyri tey, sum ikki hava bil; nakað, vit øll kundu vera stolt av, og sum aðrir býir øvunda okkum.
Teir fyrstu bussarnir, ið komu, vóru stórir og høgir bussar og ringir at koma uppí hjá summum. Tí var tað eitt stórt framstig, tá nýggir bussar komu, sum vóru smærri og høgligari at koma inn í og ferðaðust lættligari í býnum.
Nú hetta ættarliðið av bussum hevur tænt fyri seg og skal skiftast út, eiga vit aftur at hugsa stórt og langsiktað, eins og kommunan áður hevur gjørt við Bussleiðini.
Kommunan skal ganga undan, tí er hetta eitt gylt høvi
Við at keypa el-bussar fer Tórshavnar býráð at senda út eitt týdningarmikið signal til okkum øll – og ikki minst ungdómin – “at vit gera okkara fyri at fáa gongd á grøna umskiftið”. Eitt signal um, at hetta er ein kommuna, sum ikki bara nýtir føgur orð, men í verki tekur sín egna orkupolitikk í ramasta álvara - og vil vera við til minka um tær hóttandi veðurlagsbroytingarnar.
Tí um ein av ríkastu kommunum í einum av heimsins ríkastu londum ikki kann ganga á odda á hesum økinum, hvør kann so, kunnu vit spyrja?
Vit ivast ikki í, at Tórshavnar býráð nýtir hetta gylta høvið at gera ein mun sigur Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag í skrivinum tað hevur sent fjølmiðlunum í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald