Føroya Náttúru- og umhvørvisfelag hevur aðalfund 9. mars og fer undan fundinum at varpa ljós á málið um havbotnsmineral, nakað, sum bæði orkan.fo og KVF hava umrøtt í seinastuni.
Heri Ziska og Uni Árting frá Jarðfeingi fara at greiða frá um havbotnsmineral á føroyska landgrunninum. Granskararnir hava sett sær fyri at svara hesum spurningum:
- Hvussu verða hesi mineral til og hvar finnast tey?
- Hví er áhugin stórur fyri havbotnsmineralum júst nú?
- Hvussu langt er menningin av leiti-/framleiðslutøkni komin?
- Hvørjir vandar eru við námsvinnu á havsins botni?
Eftir hesa framløguna fer Karin Margretha Húsgarð Larsen, Ph.D í havfrøði og deildarleiðari á Havstovuni at greiða frá um nýggjastu vitanina um golfstreymin, har ávarað verður um, at golfstreymurin stendur á einum markamóti, sum kann hava við sær, at miðalhitin minkar 20 stig ella meira um okkara leiðir.
Eftir fyrilestrarnar byrjar aðalfundurin, sum er fyri limir í felagnum. Møguleiki er at tekna seg sum lim hjá FNU.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald