Føroyska vinnufelagið Tjaldur og stóra norska familjufyritøkan Ferd eiga nú meira enn 90% av felagnum Mintra. Hetta kom fram í eini fráboðan á Keypsskálanum í Oslo.
Mintra er skrásett á keypsskálanum í Oslo og sagt verður, at ætlanin hjá Tjaldur og Ferd er at taka felagið av keypskálanum.
Mintra veitir millum annað elektroniska frálæru innan orkuvinnuna og sjóvinnuna. Tjaldur og Ferd hava verið størstu eigarar í nøkur ár. Mintra hevur ment seg nógv hesi árini og keypti millum annað eitt svenskt felag innan somu vinnu á sumri í fjør.
Fleiri av teimum stóru sjóvinnufeløgunum og orkufeløgunum, sum t.d. Equinor, brúka tænastuna frá Mintra. Tað er serstakliga í Norra og Onglandi, at felagið er virkið, men tað hevur eisini skrivstovur aðrastaðni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald