Innanlands

Føroyskar og grønlendskar fyritøkur vitja Ísland undir COP28

4. desember fóru 14 fólk frá føroyska og grønlendska vinnulívinum til Íslands at vitja leiðandi íslendskar fyritøkur innan arbeiðið við veðurlag og náttúru

Luttakandi fyritøkur: Air Greenland, Betri Banki, Burðardygt Vinnulív, Christian í Grótinum, CSR Greenland, Føroya Tele, J&K Petersen, MEST, Nalik Ventures, Ramboll, og SMJ.

Luttakandi fyritøkur: Air Greenland, Betri Banki, Burðardygt Vinnulív, Christian í Grótinum, CSR Greenland, Føroya Tele, J&K Petersen, MEST, Nalik Ventures, Ramboll, og SMJ.

2023-12-06 15:24 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta er fyrstu ferð, at fyritøkur frá teimum trimum burðardygdar felagsskapunum, CSR Greenland, Burðardygt Vinnulív og FESTA í Íslandi, hittast fyri at vitunardeila og læra av átøkum hjá hvør øðrum í mun til veðurlags- og náttúruvandar. Ferðin er lutvíst er stuðlað av NORA.

Hetta skrivar Burðardygt Vinnulív. Endamálið við ferðini er at stuðla undir læring millum fyritøkurnar, og virka fyri undir øktari vitan um vinnuátøk at møta veðurlags- og náttúruvandum og møguleikum, soleiðis at fyritøkurnar hava enn betri grundarlag at menna sterk strategisk átøk innan burðardygga økið.

Grønlendsku og føroysku fyritøkurnar umboða ymiskar vinnur so sum banka-, byggi-, fjarskiftis-, fiski-, verkfrøði- og farmavinnu, umframt flogferðslu og váðafýsna fígging. Fyritøkurnar arbeiða ítøkjuliga við burðardyggum átøkum og fleiri av teimum hava givið tilsøgn um at røkka vísundaliga ásettum málum, at minka um egið útlát av veðurlagsgassum, umframt at stuðla kundunum í at minka um teirra.

Ferðin er yvir fýra dagar og fevnir umframt faklig upplegg frá serfrøðingum, um vitjanir hjá Eimskip, Brim, Marel, Landsbankinn, Iceland Air og The Carbfix carbon capture project.

Ferðin fellur saman við COP28, sum er í Dubai, har tað er ein global støðuuppgerð á framburð móti veðurlagsbroytingum, eins og kjak er um, hvussu náttúra, fólk og lívsgrundarlag kann verða bulurin í veðurlagsátøkum kring heimin.

Nærri kunning um CSR Greenland, Burðardygt Vinnulív og FESTA, er her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder