Jarðfeingi bjóðar øllum áhugaðum í Kongshøll mikudagin 12. apríl klokkan 14:00 til áhugaverda fyrilesturin ”Landgrunsnevnd Sameindu Tjóða – Tvey valskeið við føroyskum limaskapi”.
Tað er Martin Vang Heinesen, serfrøðingur í landgrunsmálum, sum greiðir frá arbeiðnum hjá sær í landgrunsnevndini hjá ST seinastu 11 árini.
Landgrunsnevndin viðger og ger tilmæli um ytru landgrunsmørk hjá heimsins strandalondum, Føroyar eru eitt teirra.
Øll hesi mørk eru langt frá ásett enn. Eitt nú gera Føroyar krav upp á 600.000 ferkilometrar av havøki á Føroyar-Rockall háslættanum afturat teimum 300.000 ferkilometrunum av havøki, sum hoyra til Føroyar í dag.
Flest øll minnast stóru hendingina í 1992, tá Atli Dam og Poul Schluter undirskrivaðu avtalu um føroysku undirgrundina. Hesi týðandi avtalu kunnu vit m.a. takka embætismonnum sum Árna Olafsson og Halgir W. Poulsen fyri eins og vit í dag hava nógv at takka monnum sum Martin Heinesen, Bjørn Kunoy o.ø., sum hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at tryggja Føroyum rættin til undirgrundina bæði norðanfyri og sunnanfyri Føroyar. Nú restar í at fáa rættin til stóra økið sunnan fyri Føroyar uppá pláss.
Tvær føroyskar eldsálir. Dánjal Nolsøe, sáli og Halgir W. Poulsen undir drúgvu men ómetaliga týdningarmiklu samráðingunum at vinna Føroyum altjóða rætt á egnari jørð.
Árni Olafsson, leiðari í føroysku samráðingarnevndunum bæði við Danmark og Bretland gjørdi eitt slóðbrótandi arbeiði við sínum royndum, vitan og klókskapi. Vm. táverandi stjórin í Jarðfeingi, Herálvur Joensen, í dag aðalstjóri í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum var eisini ein týðandi persónur í samráðingunum um bæði undirgrund og mark.
Søguliga myndin, sum Kalmar Lindenskvo tók, tá Atli Dam og Poul Schluter skrivaðu undir avtalu um undirgrundina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald