Tað er skotski orkumiðilin Energy Voice, sum ber tíðindi um, at franski orkurisin TotalEnergies ætlar at selja sínar ognir á gassleiðunum millum Hetland og Føroyar. Tíðindini verða tó ikki váttað av felagnum.
Ein søla av hesum ognum er enn eitt dømi um, skrivar miðilin, at stóru orkufeløgini eru við at rýma úr bretskum øki og hyggja longur út í heim. Hetta møguliga orsakað av nýggja og høga eykaskattinum, sum bretskir myndugleikar hava álagt orkufeløgunum eftir russisku innrásina í Ukraina, sum gav orkufeløgum óvanliga stór yvirskot.
Total er felagið, sum av álvara setti hol á fleiri gasskeldur á Atlantsmótinum og sum hevur framleitt gass til bretska marknaðin nú í skjótt átta ár. Gassleiðirnar talan er um eru Laggan, Tormore, Glenlivet og Edradour. Felagið hevur eisini enn eina stóra gasskeldu, Glendronach á sínum ognarlista. Henda er enn ikki útbygd.
Sambært Energi Voice hevur TotalEnergies keypt upp part av indiska orkufelagnum Gautam Adani, sum er størsti stigtakari til varandi orku í India. Við hesum hevur olju- og gassfelagið TotalEnergies tikið enn eitt stig at gera íløgur í grønar orkukeldur.
Herfyri keypti orkufelagið Kistos partar av gassleiðunum hjá Total vestan fyri Hetland. Frammanundan eiga feløgini Viaro og Ineos partar av gassleiðunum hjá TotalEnergies. Annars hevur Shell fyri stuttum keypt upp enn eina gasskeldu í økinum, nevnd Victory og hevur ætlanir um at útbyggja hana og binda hana í gassleiðingina, sum gongur frá gassleiðunum hjá TotalEnergies til lands í Hetlandi.
Rosebank og Cambo
Hetta hendir um somu tíð sum onnur orkufeløg síggja stórar framtíðar møguleikar á Atlantsmótinum vestan fyri Hetland, eitt nú norska Equinor og bretska Ithaca Energy. Í eina tíð hevur verið væntandi og bíðað eftir, at bretskir myndugleikar fara at geva grønt ljós til útbyggingina av stóru Rosebank kelduni eystan fyri Føroyar. Tað ljóðar, at góðkenningin verður framd í næstum.
Umframt hesa verður eisini arbeitt við at leggja lunnar undir enn eina útbygging við markið, nevniliga Cambo, sum Ithaca stendur fyri. Herfyri boðaði orkufelagið Shell frá, at tað tók seg úr ætlaðu útbyggingini og hevur felagið síðani selt síni 30% í Cambo til Ithaca, sum nú er farið at leita eftir einum nýggjum partnara, soleiðis at tað kann fara undir hesa stóru útbygging.
Bæði Rosebank og Cambo liggja bara nakrar fáar kilometrar frá føroyska markinum.
Bretski forsætisráðharrin Rishi Sunak hevur nýliga úttalað, at tað er avgjørdi politikkurin hjá stjórnini at seta gongd á nýtt olju- og gassvirksemi í Norðsjónum og á Atlantsmótinum. Eitt nú er ætlanin í næstum at lata umleið 100 nýggj leitiloyvi sum úrslit av stóra áhuganum í 33. útbjóðingini.
Kelda: Energy Voice
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald