Franska oljufelagið Total, sum er eitt av teimum mest virknu í økinum vestan fyri Hetland (og eystan fyri Føroyar) boðar nú frá, at tað fer at gera stórar íløgur í nýggjar brunnar í hesum partinum av bretska landgrunninum. Felagið stendur annars á odda fyri fyrstu og einastu stóru gassframleiðsluni vestan fyri Hetland og gjørdi nú um dagarnar eitt nýtt gassfund, sum tað ætlar útbyggja til framleiðslu skjótast. Men ikki nokk við tí. Nú boðar felagið frá, at tað í næstu framtíð fer at bora 2-3 nýggjar leitibrunnar í hesum stóra økinum millum Hetland og Føroyar.
Total keypti herfyri ognirnar hjá danska oljufelagnum Maersk Oil í danska partinum av Norðsjónum, og í gjár frættist, at felagið eisini er í ferð við at keypa upp ognirnar hjá oljufelagnum Chevron í Danmark. Harvið verður Total nýggja lokomotivið á danska landgrunninum. Men felagið sær eisini økið vestan fyri Hetland sum eitt av sínum komandi kjarnuøkjum.
Nýggi stjórin hjá Total í Bretlandi, Jean-Luc Guiziou, sigur við Energy Voice, at Atlantsmótið hevur stóran týdning fyri framtíðar oljuvirksemið hjá felagnum. Tað er einki minni enn eitt av kjarnuøkjunum hjá felagnum. Total hevur lagt nógva orku í at menna undirstøðukervið í hesum rættiliga nýggja økinum og ætlar sær at halda fram við hesi útbygging, so hon kann fevna um nýggjar gassleiðir, eitt nú gasskelduna Glendronach, sum varð funnin í farnu viku. Hon størsta gassfundið, sum er gjørt Bretlandi seinastu 10 árini. Oljan er fyrsta floks og jarðfrøðiligu umstøðurnar av teimum bestu. Ein metingarbrunnur verður boraður næsta ár, og um alt gongur sum ætlað kann fyrsta gassið framleiðast longu við árslok 2019.
”Atlantsmótið er vorðið eitt av teimum mest týðandi vakstrarøkjunum á bretska landgrunninum, og vit rokna við at síggja nógv virksemi her komandi árini, sigur forkvinnan í Oil and Gass UK, Diedre Mitchie. Eisini Kevin Swann frá greinarafyritøkuni Wood Mackenzie heldur, at hetta økið kann fáa alstjóran týdning fyri bretska oljuvinnu.
Total er fyrstistøðufelag í umrøddu gassfeltum við 60%, meðan Ineos og SSE eiga 20% hvør. Umboð fyri bæði feløgini siga, at tey fara at leggja stóra orku í at menna sítt virksemi vestan fyri Hetland komandi árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald