Uttanlands

Franskur orkurisi rýmir úr økinum eystan fyri Føroyar

Orkufelagið TotalEnergies hevur verið eitt tað mest virkna á Atlantsmótinum, økinum millum Hetland og Føroyar. Nú hevur felagið avgjørt at selja sínar ognir bæði í Hetlandi og til havs. 

Stóra gassverksmiðjan hjá TotalEnergies í Sullom Voe í Hetlandi, sum nú fer á aðrar hendur.

Stóra gassverksmiðjan hjá TotalEnergies í Sullom Voe í Hetlandi, sum nú fer á aðrar hendur.

2024-06-27 21:30 Author image
Jan Müller
placeholder
Tað vóru stórtíðindi, sum bretskir orkumiðlar bóru seinnapartin í dag, tá kunnað varð um, at franska orkufelagið TotalEnergies hevur tikið avgerð um at selja allar sínar ognir bæði í Hetlandi og á Atlantsmótinum. Total hevur verið eitt av undangongufeløgunum í menningini av serstakliga gassleiðum á Atlantsmótinum.

Felagið menti ein gasslandslut miðskeiðis millum Hetland og Føroyar fyri 10 árum síðani og fór undir fyrstu veruliga gassframleiðsluna á Atlantsmótinum við at útbyggja keldunar Laggan Tormore og seinni eisini Edradour og Glenlivet. Eisini hevur felagið gjørt enn eitt stórt gassfund í økinum, Glendronach. Gassið frá leiðunum er flutt umvegis rørleiðing til lands í Hetlandi, har tað hevur verið viðgjørt á Sullom Voe støðini nærhendis Lerwick.  

[object Object]

Nú hevur felagið so tikið avgerð um at selja ognirnar her til orkufelagið Prax Group. Hóast søluna so heldur Total fram við sínum virksemi í Norðsjónum. Tað er tó einki nýtt í tí, at Total er farið at selja av sínum ognum í økinum vestan fyri Hetland. Nøkur ár herfyri seldi Total 20% av ognunum á Laggan Tormore leiðunum til felagið Kistos. Annars varð Total eitt av feløgunum, sum fekk tillutað fleiri nýggj leitiloyvi tætt við føroyska markið í 33. útbjóðingini í fjør. 

[object Object]

Stóri spurningurin er nú, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa fyri framtíðar olju- og gassvirksemið á Atlantsmótinum í framtíðini. At eitt so virkið og stórt felag sum Total heilt gevst í hesum økinum kann sjálvandi leggjast út sum, at felagið ikki heldur økið er vert at brúka meira orku uppá, møguliga orsakað av hækkandi skattinum og mongu forðingunum, sum grøna orkuskiftið hevur við sær.

Kann tað hinvegin hugsast, at nú eitt nýtt felag tekur yvir, so er tað at meta sum ein nýggj íløgu og stóran áhuga fyri at menna orkutilfeingið í økinum. Her ikki minst tær sera stóru goymslurnar av gassi, sum liggja goymdar í undirgrundini millum Hetland og Føroyar. 

Eingin ivi er um, at føroyskir myndugleikar, tvs. fyrst og fremst Jarðfeingi fylgja gongdini hinumegin markið - eins og føroyska veitaravinnan eisini ger tað. 


[object Object]

Total er eisini ein gamal kenningur á føroyska landgrunninum, har tað var partur av leitingini her. 

[object Object]
Kortið vísir tær mongu gassleiðirnar eystan fyri Føroyar, Laggan, Tormore, Edradour og Glenlivet, sum nú skifta hendur - frá Total til Prax. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder