Uttanlands

Fýra av fimm nýggjum bilum í Norra elriknir

Tesla var mest selda bilmerkið í Norra í fjør. 79,3% av øllum nýggjum bilum vóru elriknir.

2023-01-03 16:20 Author image
Jan Müller
placeholder

Granni okkara Norra telist millum tey lond í heiminum, sum skjótast hevur tikið til sín nýtsluna av elriknum akførum. Nærum 80% av øllum nýggjum bilum í Norra í fjør vóru elbilar. Hetta er ein vøkstur frá 65% í 2021. Landið ætlar seinast í 2025 at seta forboð móti nýggjum bensin- og dieselbilum skrivar Ritzau.

Fyri einans 10 árum síðani var elparturin 2,9%.

Tesla var eisini tað bilmerkið, sum í farna ári, annað ár á rað, seldi flest bilar á norska marknaðinum. Tesla, sum Elon Musk, heimsins ríkasti maður eigur, stóð fyri 12,2% av øllum nýggjum elbilum. Harvið yvirhálaði Tesla Volkswagen, sum átti 11,6% av søluni.

Tølini fyri søluna av nýskrásettum bilum í Danmark í fjør líkist ikki tí í Norra. Mest seldi elbilurin í Danmark var Skoda Enyaq. Mest seldi bilurin í Danmark í fjør var annars Peugeot 208, sum ikki er ein elbilur. Samlaða talið av elbilum seldir í Danmark í fjør var 100.000.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder