2025-01-15 23:45

Tilboðini eru júst latin upp á Umhvørvisstovuni veit Útvarpið at siga frá.
Ætlanin er, at sjey vindmyllur skulu setast upp, og arbeiðið skal vera liðugt innan tvey ár.
- Men øll endalig loyvi eru ikki komin upp á pláss enn, sigur Ari Johanneson, leiðari á Elveitingareftirlitinum við Útvarpið. Tað eru verandi framleiðarar av vindorku, sum hava søkt um loyvi at vera partur av vindorkuútbyggingini í Sandoynni. Teir eru SEV, Effo, Johan í Niðristovu og Magn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald