Innanlands

Fyribilsloysn til hita í Páls Høll funnin

Hiti kemur nú aftur í Páls Høll. Fyribils er oljufýr sett upp, men ein varandi grøn loysn skal finnast

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2022-10-19 23:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyribils verður eitt oljufýr sett upp, sum skal hita Páls Høll - til ein varandi grøn loysn er funnin. Hetta skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni.

Vanliga verða hyljarnir í Páls Høll hitaðir við avlopshita frá SEV-verkinum í Vági, men grønaorkuskiftið ger, at tað meira enn so kemur fyri, at motorarnir eru sløktir. Tí hevur Páls Høll í fleiri umførum seinastu tíðina verið stongd.

Fleiri veitarar arbeiða við at finna fram til eina varandi grøna loysn. Men felags fyri allar loysnirnar er, at tað er long veitingartíð, tí eftirspurningurin eftir hitapumpum og líkandi loysnum er sera stórur í løtuni, sigur kommunan.

Hetta hevur verið ein avbjóðing hjá Vágs kommunu, men við hjálp frá lokalum veitarum, hava vit funnið eina fyribils loysn, sum vil tryggja at øll almenn svimjing og venjingar kunnu halda á sum vanligt í Páls Høll, tá eingin hiti kemur frá SEV, sigur borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen.

Væntandi verður Páls Høll opin aftur í næstu viku.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder