Innanlands

Fyritøkur íblástur til tiltøk at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi

Hósdagin 15. desember skipaði Vinnuhúsið fyri tiltaki um burðardygd. Talan er um fjórða út av 4 tiltøkum um burðardygd, sum Vinnuhúsið skipar fyri í ár.

2022-12-20 11:02 Author image
Jan Müller
placeholder
Maria Gunnleivsdóttir Hansen frá Umhvørvisstovuni og Ana Holden-Peters, serfrøðingur í burðardygd, greiddu frá, hvørjir váðar eru hjá eini fyritøku í sambandi við veðurlagsbroytingar.

Farið varð serliga inn á teir mest umráðandi váðarnar, har luttakararnir fingu amboð til týdningarmiklar gerðir, sum kunnu setast í verk alt fyri eitt, fyri at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi.

Eitt av amboðunum er at koma ígongd við at gera frágreiðingar um útlát av vakstrarhúsgassi og soleiðis fáa eitt yvirlit yvir útlátið hjá fyritøkuni.

Burðardygt Vinnulív hevur í 2022 ment eina vegleiðing til føroyskar fyritøkur, sum kunnu vegleiða fyritøkum í at byrja arbeiði við at gera ESG frágreiðingar. Sí vegleiðing her.

Kelda: industri.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder