
Danir hava víst seg at vera teir stinnastu og fremstu, tá tað um grøna orkuskiftið ræður. Ì farnu viku varð eitt lítið elrikið flogfar royn fyri fyrstu ferð, og í gjár varð so eitt elrikið tok tikið í nýtslu.
Talan er um tað fyrsta av tilsamans sjey elriknum tokum, sum skal koyra ferðafólk fyri Midjyllands Jernbaneselskap á vesturstrond Jútlands. Tokið kann koyra 120 kilometrar við eini løðing, og mesta ferðin er 140 km. um tíman.
Við battaríriknum tokum sleppa ferðafólk undan larmi og lukti og tað dáma flestu av ferðafólkunum.
Danska stjórnin samtykti í 2022, at øll tok í Danmark skulu verða elrikin innan 2035.
Kelda DR
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald