Síðani 1997 hevur Petrojarl Foinaven tikið ímóti olju frá oljukelduni Foinaven eystan fyri føroyska markið. Tað var m.a. henda oljukeldan, sum fekk útlendsk oljufeløg at hyggja til Føroya fyri at vera partur av oljuleitingini her. Hon var eisini veruliga byrjanin til oljuævintýrið vestan fyri Hetland, eitt øki, sum í dag er álitið í bretskari orkuveiting og fer at vera tað í mong ár aftrat.
Tað er amerikanska fyritøkan, M.A.R.S., Modern American Services Europe í Fredrikshavn, sum stendur fyri upphøggingini. Fyritøkan er tann fremsta av sínum slag í Danmark og ein av teimum størstu í Evropa at taka ímóti gomlum olju- og gasspallum. Teir verða tiknir sundur og alt tilfarið verður endurbrúkt. Uppgávan fer at geva arbeiði til 45 fólk í gott og væl eitt ár.
Tað er BP, sum eigur oljukelduna Foinaven og umhugsar tað í løtuni ymsar loysnir at halda fram við framleiðsluni. Enn eru 200 mió. tunnur av olju í undirgrundini. Ein møguleiki er at leiga ella byggja eitt nýtt skip til at framleiða restina av oljuni.
Veitingarskip, sum hava arbeitt á hesi oljuleiðini, vitja javnan føroyska havn at skifta manning og fáa ymsar tænastur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald