Uttanlands

Gass og grøn orka grundarsteinur undir orkuskipan

Stjórin í altjóða orkustovninum, IEA, Fatih Birol, ávarar um “óvanliga stóra óvissu”, men sær gass og varandi orku sum lykilin til at javnviga altjóða orkutørvin

Stjórin í IEA, Altjóða Orkustovninum, Fatih Birol

Stjórin í IEA, Altjóða Orkustovninum, Fatih Birol

2025-09-12 16:16 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað var á stóru Gastech-ráðstevnuni í Milano, at stjórin í  Altjóða Orkustovninum (IEA), Fatih Birol, týsdagin ávaraði um, at orkusektorurin stendur í síni størstu óvissu nakrantíð, men var sannførdur um,  at náttúrugass og grøn orka fara at hava ein avgerandi leiklut til tess at møta vaksandi eftirspurninginum og tryggja orkuveitingina komandi tíggju árini.

Metstórur eftirspurningur eftir streymi

Birol vísti fram eina altjóða orkumynd, har metstórur eftirspurningur eftir streymi, vaksandi útboð av flótandi gassi (LNG) og alsamt størri eftirspurningur úr Afrika fara at broyta og umskapa marknaðin.

-Ongantíð áður hevur óvissan verið so stór í orkuvinnuni, segði Birol og legði aftrat, at hetta fær fleiri at halda aftur við at gera íløgur á ávísum orkuøkjum.  

Hann vísti á, at stóri og vaksandi eftirspurningurin eftir streymi kemur orsakað av trimum stórum broytingum: tøknini innan kunstigan intelligens, vitlíki,  (AI), øktari nýtslu av luftkøling og vaksandi sølu av el-bilum. Hann ávaraði um, at vøksturin í orkunýtslu verður ólíkur øllum tí vit áður hava sæð.

[object Object]

LNG í stórum vøkstri

Birol vísti serstakliga á eina óvanliga stóra bylgju av LNG-verkætlanum, sum verða lidnar millum nú og 2030. LNG er flótandi gass. 

Heimurin fer at framleiða 300 mia. kubikkmetrar av LNG næstu fimm árini – tað sama, sum er bygt upp gjøgnum seinastu 30 árini – har meginparturin kemur úr USA, Katar og Kanada.

-Hetta fer at leggja eitt stórt trýst á prísirnar. Tað er gott fyri brúkararnar, fyri Evropa, Japan og onnur vísti hann á. 

Gass stóran týdning fyri Afrika

Birol setti eisini sjóneykuna á Afrika og týdningin sum gass fer at hava fyri bæði menning og orkulíki. Umleið 550 milliónir afrikanarar hava enn ikki atgongd til streym, og 4 av 5 húsarhaldum brúka við til matgerð.

-At nokta Afrika at menna sítt gassføri hevði verið órættvíst, segði hann og vísti á, at um Afrika útvinnur alt tað  gass, sum longu er funnið, so fer CO₂-útlátið bara at vaksa úr 3% til 3,4% av heimsins samlaða útláti.

Elnetið stóri trupulleikin

Hann vísti aftur hugtakið um, at menningin av varandi orku gongur spakuligari. Bæði sólorka og vindorka vaksa skjótt kring heimin – men seinkingar í el-netinum eru størsta forðingin.

Í fjør vórðu 700 GW av varandi orku knýtt at netinum, men 1.500 GW standa í bíðirøð, segði hann og kallaði hesa gongdina fyri búskaparligan kriminalitet.

[object Object] 

Eftirspurningur eftir olju minkar

Tá tað snúði seg um olju, helt Birol fast við, at eftirspurningurin er farin at minka – øvugt av teimum bjartskygdu metingunum hjá OPEC.

-Vit síggja, at vøksturin í oljueftirspurningi minkar – serliga orsakað av búskaparliga afturgongdini  í Kina og fleiri el-bilum. Nýggj og stór  framleiðslu úr USA, Kanada og Brasil  hevur verið við til at halda prísin á einum 60-dollara plus støði. 

Hann vísti eisini á ein váða og vanda, tá ið tað kemur til týdningarmikil mineral, har 70% av raffineringini fer fram í Kina. -Fyrsta grundreglan innan orkutrygd er fjølbroytni. Men vit fara tann øvugta vegin – móti miðsavnan legði Birol aftrat. 

[object Object]

Orkuparadoks

Viðmerkingarnar hjá Birol lýsa eitt nútímans orkuparadoks: Vøkstur í LNG-veiting gevur lægri prísir og størri tryggleika fyri Evropa og Asia – men kann hótta íløgur í grøna orkuskiftið, um politiski viljin ikki er til steðar. 

Hansara útsøgn um, at Afrika hevur rætt at menna sítt gass – sum ein rættvísisspurningur við lítlum altjóða  útláti – kann fáa undirtøku á COP-ráðstevnunum, har rættvísi og orkuskiftið hjá Suðurlondum eru eitt heitt umrøtt evni.

Samtíðis setir hansara útsøgn um, at eftirspurningurin eftir olju hevur rokkið hæddarpunktinum – og at ov stór framleiðsla er á veg, IEA í andstøðu til OPEC og tess jaligu framtíðarmynd skrivar skotski orkumiðilin Energy Voice í síni greining. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder