2022-12-02 17:00
Hóast júst rætta veðrið til grøna orku, oysandi regn og nógvur vindur, myndaðu veðrið seinnapartin, hevði hópur av fólki leitað sær út um bøgarðarnar seinnapartin at vera til steðar, tá eftir føroyskum viðurskiftum risavindmylnulundin á Gellingarkletti varð tikin í nýtslu.
Vinmenninir og bygdamenninir, Bárður á Steig Nielsen og Johan í Niðristovu undir stóra og søguliga hátíðarhaldinum í dag á Gellingarkletti
Undangongumaðurin, Johan í Niðristovu, beyð mongu gestunum, teirra millum tíggjutals valevnum úr øllum flokkum, vælkomnum, og eftir tað hildu umboð fyri EFFO, Umhvørvisstovuna, SEV og løgmaður røður.
Hátíðarløtan varð merkt av eini felags kenslu, at Føroyar nú av álvara eru væl ávegis í grøna orkuskiftinum. Tað var Barður á Steig Nielsen, løgmaður, sum trýsti á knøttin og setti tær 6 vindmyllurnar í gongd.
Johan i Niðristovu saman við núverandi og komandi stjóra í EFFO.
Hesar koma í framtíðini at standa fyri 25% av samlaðu elorkuni í landinum. Lesið meira um stóru løtuna á Gellingarkletti í vikuskiftinum.
Magnus Rasmussen, vinnu- og orkumálaráðharri ynskir EFFO leiðsluni tillukku og góða eydnu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald