Allar seks botnsektiónirnar oman á fundamentini til vindmyllurnar í Flatnahaga eru nú settar upp, og í vikuskiftinum verða teir vónandi lidnir at undirstoypa, tað merkir, sum skilst, at parturin hjá Magn av avtaluni við Enercon er avgreiddur sigur Finn Jacobsen, stjóri í Magn.
Enercon byrjar at montera 1. august. Tvey skip hjá Faroe Ship hava verið á Havnini við trimum tornum og øllum seks nacellunum. Tað seinasta skipið kemur 2. august við trimum tornum og øllum vengrunum.
Arbeiðið við vindmyllunum í Flatnahaga skal vera liðugt í heyst.
Tær seks vindmyllurnar fara at framleiða tað, sum svarar til 16 prosent av dagsins framleiðslu hjá SEV - ið svarar til orkunýtsluna hjá 13.000 húsarhaldum.
Myndir: Magn og Ólavur Frederiksen, Faroephoto, fyri Faroe Ship
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald