Fróðskaparsetur Føroya: Mánadagin 18. juli vardi Turið Poulsen ph.d.-ritgerð sína í Kongshøll.
Ritgerðin ber heitið "Analysis and modelling of the wind energy resources in the Faroe Islands."
Turið Poulsen hevur gjørt sítt granskingararbeiði í Føroyum og hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Nattúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Hans-Georg Beyer, professari í orkuverkfrøði, hevur verið høvuðsvegleiðari hennara, meðan Bárður Niclassen og Gregor Gibel frá DTU hava verið hjávegleiðarar.
Í metingarnevndin sótu Hjálmar Hátún, granskari á Havstovuni og adjungeraður lektari á Fróðskaparsetri Føroya; Ana Estanqueiro, leiðandi granskari á Laboratório Nacional de Energia e Geologia í Lissabon; og David Infield, professari á Institute of Energy and Environment, University of Strathclyde í Glasgow.
Metingarnevndin metti, at ritgerðin og framløgan vóru á góðum vísindaligum støði, sum væl lúka krøvini til ein ph.d. Haraftrat varð mett, at Turið hevur ment nýggja vitan, sum er av stórum týdningi fyri at vindorkuøkið í Føroyum. Tískil varð ph.d.-heitið givið Turið Poulsen, sum nú kann kalla seg ph.d. í vindorkuvísindum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald