2023-01-18 13:28
Í gjár varð svenski veðurlagsaktivisturin Grete Thunberg tikin og flutt burtur av týsku løgregluni í býnum Lützerath, har mótmælisfólk í longri tíð hava roynt at forða fyri upplating av einum kolanámi, skrivar Reuters.
Ein landsbygd, sum liggur í námsøkinum, skal burturbeinast fyri at geva pláss fyri kolaframleiðslu. Týskir myndugleikar siga, at tað er neyðugt at lata námið uppaftur, tí landinum tørvar orku eftir russisku innrásina í Ukraina. Mótmælisfólkini siga harafturímóti, at tað er óneyðugt við meira koli í orkuframleiðsluni, tí landið hevur ov mikið av gassi í goymslunum.
Grete Thunberg tók í vikuni stig til at stuðla mótmælisfólkunum á staðnum, har ætlanin er at fara undir aftur kolaframleiðslu. Týska stjórnin, sum áður hevur avgjørt at gevast við at brúka kol í orkuframleiðsluni, sigur, at ótrygga støðan á orkumarknaðinum hevur gjørt tað neyðugt at lata uppaftur fyri kolanáminum. Sama er hent við fleiri av kjarnorkuverkunum í landinum.
Seinasta nýggja: Grete Thunberg er sambært altjóða miðlum longu latin leys aftur av týsku løgregluni og sigur hon sambært Reuters, at verðurlagsverja er eingin brotsgerð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald