Innanlands

Grøn offshorevinnu-framtíð í føroyskum havnum

Føroyskar havnir eiga eisini at umhugsa at gera seg út til grønu framtíðina, tá útbyggingar skulu gerast, heldur ráðgevi hjá fyritøkuni “Danske havne”, sum herfyri vitjaði í Føroyum

Umboð fyri Danske Havne vitjaðu í Runavík herfyri. Mynd Runavíkar havn/Eysturoyarportalurin.

Umboð fyri Danske Havne vitjaðu í Runavík herfyri. Mynd Runavíkar havn/Eysturoyarportalurin.

2023-07-16 09:47 Author image
Jan Müller
placeholder

Í løtuni gera nógvar danskar havnir seg út til at taka ímóti grønum vinnum og vilja  harvið vera við til at fremja grøna orkuskiftið. Hetta eiga eisini føroyskar havnir at hava í huga. Tað heldur Karina Lyngbak Sørensen, vinnupolitiskur ráðgevi hjá donsku fyritøkuni “Danske Havne”.

[object Object]

Hon var partur av havnavitjan herfyri, tá  umboð fyri danskar havnir vitjaðu fleiri havnir í Føroyum. Endamálið við vitjanini var fyrst og fremst at kunna seg um týdningin, sum havnirnar hava fyri samfelagsmenningina í Føroyum og her ikki minst við atliti til fiskivinnuna.  

Vitjað varð í Runavíkar havn og havnini í høvuðsstaðnum, umframt at leiðin eisini gekk til Klaksvíkar. Somuleiðis vitjaðu umboðini Havstovuna, Fiskiveiðieftirlitið og MEST.

[object Object]

Eitt av oddafólkunum undir vitjanini var  Karina Lyngbak Sørensen, vinnupolitiskur ráðgevi hjá donsku fyritøkuni “Danske Havne”, sum stóð fyri ferðini til Føroya.

Hon sigur við orkan.fo, at hon er ovfarin av, hvussu høga raðfesting  fiskivinnan hevur í føroyska samfelagnum og hava tey eisini undir vitjanini lagt til merkis, hvussu góðar umstøður føroysk fiskivinna hevur í havnunum. Hon leggur aftrat, at tað stendur greitt eftir vitjanina, at havnirnar í Føroyum hava ein týðandi leiklut í menningini av samfelagnum sum heild.

Læra av hvørjum øðrum

Karina heldur vit hava nógv at læra av hvørjum øðrum og var hetta eisini partur av endamálinum við vitjanini.

Tá vit spyrja, hvat hon heldur føroyskar havnir kunnu læra av royndum og vitan hjá donsku havnunum sigur hon, at offshore vinnan tekur dik á seg í Danamrk her eitt nú menning av havvindmyllum, og hesar seta nýggj og stór krøv til havnirnar. Tað er so ein menning, sum ymsu havnirnar fegnar vilja vera partur av. Og nú ferð er komin á menningina av varandi grønari orku sertakliga til havs kring Danmark gevur hetta havnunum bæði møguleikar og avbjóðingar.

Eftir vitjanina í Føroyum heldur hon, at grøna orkuskiftið og menning av havnum hoyra saman eisini í Føroyum. Hon heldur tað vera skilagott, at havnir í Føroyum eisini fara at gera offshore virksemi til part av  framtíðar virkseminum, um so er, at hetta orkuvirksemið verður partur av grønu føroysku framtíðini.  

Fylgir tú menningini í teimum mongu havnunum í Danmark so verður alla staðni tosað um at skapa umstøður til framtíðar grøna orkuskiftið, har risastórar havvindmyllur seta nýggj krøv til havnapláss.

[object Object]

Slíkar søgur eru alsamt oftari at síggja í donskum miðlum. 

[object Object]

Karina sigur, at donsku vinnuhavnirnar eru sum heild sera jaligar mótvegis grøna orkuskiftinum og heldur, at tað er umráðandi hjá havnunum at fylgja við gongdini, sum setir nýggj krøv til havnirnar at gerast partur av grøna skiftinum. Hetta bæði í sambandi við menning av havvindmyllum og aðrari orkuframleiðslu til havs, CO2 goymslu, framleiðslu og handfaring av grønum brennievnum til skip, flutning av útbúnaði, betri troytan av ráevnum og tilfeingi osfr.

-Tað er okkara hugsan, at føroyskar havnir eins og tær í Danmark, kunnu vera ein týðandi partur av grøna orkuskiftinum og gerast eitt nýtt forrætningsævintýr fyri Føroyar. Sum felag umboðandi donsku vinnuhavnirnar eru vit sjálvandi opin fyri samstarvi við føroyskar havnir.

Hon vísir á, at donsku vinnuhavnirnar gerast eisini meira og meira týðandi fyri grøna orkuskiftið.

Føroyar og vinnumøguleikar

Seinastu árini eru gjørdar stórar útbyggingar av føroyskum havnum og fleiri standa fyri framman. Hvat kunnu vit so læra av gongdini í grannalondunum! 

Eingin ivi er um, at tað kann vera skilagott eisini hjá okkum her í Norðuratlantshavi at fylgja gongdini og menningini í okkara grannalondum. Grønt offshore virksemi er við at gerast altjóða, og tað kemur uttan iva tann dagur, tá stig verða tikin til at menna havvindorkuna í Føroyum eisini, nú umstøður til havvindorku eru so góðar her um leiðir. Her kunnu vit uttan iva eisini læra nógv av okkara næstu grannum í Hetlandi og Skotlandi.

Slík menning krevur so bæði keipláss,  pláss á landi, sterkar keiir og lutvíst stórt dýpi. Og møguleikarnir kunnu gerast fleiri ynskja vit tað, og íløgur finnast til at menna virksemið.

Spurningurin um framtíðar offshorevirksemi  er so eisini tengdur at, hvat framtíðin hevur at bjóða okkum á kolvetnisøkinum í føroyskum øki og í grannalagnum.    

Hóast einki kolvetnisvirksemi hevur verið um okkara leiðir í skjótt mong ár, so eru framvegis møguleikar opnir fyri, at Føroyar aftur kunnu gerast partur av kolvetnisvirksemi. Hóast hetta í løtuni kann tykjast sum fuglar á takinum, so kann nógv broytast uppá stutta tíð.

Nú landsstýrið hevur avgjørt at lata dyrnar standa opnar fyri kolvetnisleiting, og Jarðfeingi arbeiðir miðvíst og áhaldandi við at finna nýggj leitimið í undirgrundini, sum kunnu goyma olju og gass, so kunnu vit bráddliga uppliva, at okkurt orkufelag leggur inn umsókn til leiting. Tá er so ein spurningur, um vit á landi eru tilreiðar at taka ímóti hesum virkseminum.

Enn ein nýggjur møguleiki, sum koma at fáa týdning fyri bæði havnir og veitaratænastur annars í Føroyum, er, hvat hendir við útbyggingum hinumegin markið. Her ljóðar, at Rosebank útbyggingin stutt frá markinum helst fer at fáa góðkenning frá bretskum myndugleikum í næstum, og eftir tað kemur so spurningurin um hina stóru oljukelduna við markið, Cambo.

Hesar báðar útbyggingar liggja so nær Føroyum, at tað er upplagt at hugsa tankan, at føroyskar havnir og veitarar annars kunnu fáa lut í útbyggingunum. Tað kann so koma at hava týdning fyri føroyskar veitarar sum heild. Hetta var so eisini nakað, sum FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur í samstarvi við Sjóvinnufelagið kannaði í Aberdeen herfyri. (Greinar um ta vitjanina koma á orkan.fo í næstum)

Enn ein nýggjur vinnumøguleiki hjá føroyskum havnum og fyritøkum er nógv vaksandi vinnan í okkara grannalag, nevniliga niðurtøka av oljupallum og útbúnaði á gomlum olju- og gassleiðum, “decommissioning”. Hetta er so ein vinna, sum eisini tørvar hóskandi havnaøki. Bæði í Lerwick í Hetlandi og í Aberdeen í Skotlandi er veruliga gongd á í hesi lutvíst nýggju vinnuni, sum Føroyar eisini hava møguleikar at gerast partur av.

[object Object]

Í donsku havnini í Fredrikshavn verður nógv gjørt burtur úr "decommissioning" vinnuni. Eisini Føroyar hava møguleika at fara undir slíka vinnu, tó í nógv minni mát. Í fjør gjørdi Føroya Orkuídnaðarbólkur, vegna Sjóvinnufelagið eina kanning og frágreiðing um júst møguleikarnar fyri at fara undir slíka vinnu í Føroyum eisini. 


Tá umboð fyri SEV og Umhvørvisstovuna herfyri vitjaðu í Hetlandi at taka lut í eini grønari orkuráðstevnu, fingu tey eisini høvi til at síggja havnina í Lerwick og hvussu hon fylgir menningini á grøna orkuøkinum. 

Spurningurin vit kunnu seta í hesum tíðum, tá russiskt virksemi her á landi verður skert, er í hvønn mun aðrar vinnur sum tær omanfyri nevndu kunnu vera við til at fylla tómrúmið og vera við til at seta nýggja kós á vinnuøkinum eisini. Kanska ein glotti - hvør veit. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder