Uttanlands

Grøn orka megnar ikki at avloysa olju og gass frá degi til dags

Neyðugt við stórum nýggjum íløgum í olju og gass fyri at nøkta vaksandi eftirspurningin

Stjórin í Saudi Aramco, Nasser

Stjórin í Saudi Aramco, Nasser

2023-02-13 19:50 Author image
Jan Müller
placeholder

Orðini eigur ovasti stjórin í heimsins størsta orkufelag, Amin Nasser frá Saudi Aramco. Hann heitir á lond og marknaðir um at hava eina meira realistiska støðutakan til, hvussu vit røkka málunum í grøna orkuskiftinum, sambært tíðindastovuni Reuters.  

Íløgur í olju og gass eru minkaðar sera nógv, og alternativar orkukeldur megna ikki at koma ístaðin fyri og loysa av olju og gass eftir einum degi sum partur av royndunum at røkka málunum í globala orkuskiftinum.

Stjórin í Saudi Aramco gevur teimum, ið royna at forða fyri nýggjum íløgum í olju og gass, skyldina fyri hesi gongdini. Tey royna at mála eina mynd av eini utopiskari verð, har alternativir orkuhættir eru klárir til at avloysa olju og gass frá degi til dags.

Hann finst eisini at teimum, sum fyrigykla øðrum, at tað ber til at fremja broytingar í eitt nú menningarlondunum her og nú.

“Hetta er retorikkur heldur enn veruleiki”, sigur Nasser og heldur fram: “Sum orkukreppan í Evropa hevur víst, so eru alternativini ikki klár til at viga upp ímóti stóra altjóða eftirspurninginum.

Sjálvandi fer heimurin at halda fram við at vera treytaður av olju og gassi tó ikki í so langa tíð, serliga tá hugsað verður um tungan flutning, tungan ídnað og kraftframleiðslu.

Íløgur í varandi orku er nógv vaksnar og sambært frágreiðing frá Rystad Energy í oktober yvirhálaðu tær íløgur í olju og gass. Men við tí vaksandi eftirspurninginum eftir kolvetni, fer ídnaðurin at hava tørv á, at tað verða gjørdar stórar íløgur heilt fram til 2045 til tess at økja um framleiðsluna og nøkta eftirspurningin, segði Opec í eini frágreiðing í november, sambært Reuters.

Eftirspurningurin eftir olju fer væntandi at vaksa til 101 mió. tunnur um dagin í 2045, úr 88 mió. tunnum í 2021. Tvs. at parturin hjá olju og gassi í orkusamansetingini fer at minka úr 31% til 29% í hesum tíðarskeiðinum. Stjórin í Saudi Aramco heldur tí, at vit øll mugu síggja veruleikan í eyguni, hvussu orkustøðan fer at vera komandi nógvu árini. 

Hann heldur tørvur verður eisini á at gera íløgur í tøkni, sum minkar um útlátið frá olju og gassi, somuleiðis at gera íløgur í fangan og goymslu av CO2 eins og framleiðslu av vetni og sum heild íløgur í ymsar orkuhættir harímillum varandi orkukeldur. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder