Innanlands

Grøna orkuskiftið á sjónum

Hvørjar loysnir, møguleikar og útlit eru?

2024-05-07 14:05 Author image
Jan Müller
placeholder

Týsdagin 4. juni bjóða Reiðarafelagið fyri Handilsskip og DNV til eitt tiltak um grøna orkuskiftið á sjónum á Panorama á Hotel Hafnia. 

Málið í nýggju ætlanini hjá International Maritime Organisation (IMO) er, at altjóða handilsflotin skal røkka einum netto null útláti í 2050 umframt at minka um útlátið við 40% í 2030. Hesi og onnur mál hava við sær, at reiðarí mugu arbeiða við nýggjum loysnum fyri at røkka málunum.

Tað er greitt, at neyðugt er við samstarvi í vinnuni, um grøna orkuskiftið skal fremjast á sjónum. Allir aktørar mugu tískil arbeiða saman, um handilsflotin skal røkka málinum um netto null útlát í 2050.

Endamálið við tiltakinum er at lýsa avbjóðingar, viðgera loysnir og samstørv og geva viðkomandi áhugapørtum møguleika at hittast og koma til orðnanna skrivar industry.fo

Skráin fyri tiltakið er: 

Kl. 13.00  Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip, bjóðar vælkomin.

Jens Meinhard greiðir stutt frá um IMO krøvini, og um hvussuSmyril Line og Skansi arbeiða við at røkka hesum málum.

Kl. 13.20   Arnstein Eknes, Segment Director, Special Ships at DNV.

Arnstein Eknes greiðir frá, hvat er í væntu ísv. orkunýtslu og orkuskifti á sjónum. Hann hevur drúgvar royndir innan skipsteknologi og design og er ein avhildin fyrilestrahaldari.

Arnstein Eknes hevur arbeitt hjá DNV Maritime síðani 1993. Arbeiðið fevnir m.a. um at fylgja væl við menningini á marknaðinum og tøkniligum broytingum umborð á skipum. Hann hevur somuleiðis lagt dent á burðardygd og innovatión, men samskifti millum talgilda tøkni, menniskju og fyritøkur er hansara serkunnleiki.

Kl. 14.20          Spurningar frá luttakarum

Kl. 14.45          Kaffi og prát


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder