Innanlands

Grøna orkuskiftið gongur ov spakuliga

Grøna orkuskiftið í Føroyum gongur ov spakuliga. Tað halda fleiri fyritøkur, sum vóru partur av arbeiðsfundunum hjá Vinnuhúsinum um burðardygd. Fleiri teirra hava sett sær mál um at skerja útlátið av vakstrarhúsgassum og gera íløgur í elriknar skipanir

2024-04-11 10:26 Author image
Jan Müller
placeholder
Súsanna Berg, ráðgevi í burðardygd í Vinnuhúsinum, skipaði fyri arbeiðsfundunum um burðardygd. 29 fyritøkur luttóku á arbeiðsfundunum, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag tók stig til, har fyritøkurnar fingu amboð og mentu sínar førleikar at máta burðardygd og seta sær mál á burðardyggu kósini.

Til ber at hoyra eina longri samrøðu í Vinnukikaranum við Súsonnu Berg, ráðgeva í burðardygd í Vinnuhúsinum. Vinnukikarin er poddvarpið hjá Vinnuhúsinum, setir kikaran á ymiskar tættir í vinnuni í Føroyum.


Hetta er triðja poddvarpið í røðini hjá Vinnuhúsinum.

Vinnukikarin kann hoyrast her.


Lesið meira um arbeiðsfundirnar her



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder