2023-09-28 19:06
Hann vísir á, at Danmark má gevast við mótstøðu síni móti kjarnorku. Grøna orkuskiftið hevur so mikið stóran skund, og her kann kjarnorkan hjálpa okkum til at røkka veðurlagsmálunum, um henda orkukeldan verður partur av donsku orkutilrættaleggingini heldur Dansk Industri.
Í greinini í Politiken ger DI vart við, at nógv er broytt síðani Danmark í 80-unum avgjørdi at banna kjarnorku. Ein orsøk til tað var óttin fyri vanlukkum á kjarnorkuverkum eins og náttúruvanlukkum.
Í dag ber til at framleiða nógv smærri kjarnorkuverk, sum ikki kunnu taka skaða. Enn ein broyting er tann, at borgararnir í Danmark í alt størri mun nú ganga inn fyri at brúka kjarnorku í orkuskipanini. Danska stjórnin ynskir tó ikki at geva grønt ljós til kjarnorku her og nú, men hevur latið eina hurð upp til kjarnorku í framtíðini.
Hóast jaliga boðskapin frá Dansk Industri til kjarnorku so hava granskarar víst á, at kjarnorkan er ikki besta loysnin á orkuframtíðini, m.a. tí at tað tekur so langa tíð at byggja eitt kjarnorkuverk, kjarnorka er sum er dýrari enn bæði vind- og sólorka fyri bert at taka nøkur dømi. Víst verður m.a. til, at tað tók 17 ár at byggja seinasta kjarnorkuverkið í Finlandi. Spurningurin er so, hvønn mun tey nýggjastu smærri kjarnorkuverkini gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald