Innanlands

Grøna orkuskiftið umrøtt á fundi millum SEV og Equinor

Tilsteðar vóru eisini umboð fyri Effo og Magn eins og Umhvørvisstovuna

2024-01-28 13:47 Author image
Jan Müller
placeholder

Eftir at hava luttikið á kunnandi fundi um útbygging av Rosebank kelduni eystan fyri Føroyar og vitjað fleiri føroyskar veitarafyritøkur í Havn og á Skálafjørðinum gekk leiðin hjá Equinor fólkunum loksins niðan á vindorkustøðina hjá SEV á Húsareyni, har høvi varð varð at umrøða føroyska grøna orkuskiftið eins og arbeiðið hjá Equinor á grøna orkuøkinum serstakliga í Bretlandi.

[object Object]Stjórin í SEV, Hákun Djurhuus, tekur ímóti gestunum frá Equinor, her stjóranum Arne Gürtner. Mynd Jan Müller.

Eftir eina spenanndi framløgu hjá Terja Nielsen, menningarleiðara hjá SEV um arbeiðið og málini at fylla út karmarnar í grøna orkuskiftinum, kunnaði Heini Ellingsgaard frá Effo um nýggjastu verkætlanina hjá Effo at byggja eina risastóra vindmylnulund í Eysturoynni.

[object Object]

[object Object]

Síðani kunnaði Arne Gürtner, stjóri hjá Equinor í Bretlandi um arbeiðið hjá fyritøkuni at gera íløgur í eitt nú vindorkulundir til havs eins og ætlaninar at elektrifisera orkupallar og harvið minka um útlátið.

[object Object]

Í hesum sambandi varð eisini Rosebank útbyggingin umrødd. Partur av henni er nevniliga at elektrifisera framleiðsluna frá vindorku møguliga á landi í Hetlandi.

Á fundinum, har fitt av orkufólki var tilsteðar, var grøn og varandi orka sum heild umrødd, her eisini møguleikarnar at byggja út varandi orkuna við vindmylnulundum til havs í Føroyum.  

Eisini kom fram, at skulu Føroyar útbyggja varandi orkuna so nógv, sum bæði SEV og privatar orkufyritøkur hugsa sær eitt nú við stórum havvindmylnulundum, tá verður tørvur á íleggjarum.

Ein kann so bara gita, um slíkur fundur millum føroyskar veitarar av grønari orku og orkufelagið Equinor, kann lata upp fyri samarbeiði í framtíðini, ikki minst nú norska orkufyritøkan longu er sera virkin í grannalagnum við m.a. bygging av heimsins størstu havvindmylnulund, Dogger Bank?

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]Heini Ellingsgaard frá Effo greiðir frá stóru vindmylnuverkætlanini í Eysturoynni. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]


[object Object]

[object Object]Fv. Jákup Øregaard, Equinor, Finn Jacobsen, Magn, Hákun Djurhuus, SEV, Terji Davidsen, SEV, Heini Ellingsgaard, Effo og Arne Gürtner, Equinor. Myndir Jan Müller

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder