Uttanlands

Grøna vindorkuskiftið: Plásstrot í evropeiskum havnum

Tað gongur ov seint at útbyggja havnir i Evropa og her ikki minst kring Norðsjógvin til at kunna veita tænastur til skjótt vaksandi havvindorkuvinnuna.

2023-01-10 14:05 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta vísir ein kanning, sum vindmylnuframleiðarin Vestas hevur gjørt, sambært blaðnum Ingeniøren. Greiningin, sum Vestas hevur gjørt, vísir, at einans 12 havnir í Evropa liva upp til at kunna tryggja veitingar og havnapláss til tær túsundtals risastóru vindmyllurnar, sum skulu setast upp í Evropa komandi árini og sum er í tráð við grøna orkuskiftið.

[object Object]

[object Object]

Sambært kanningini verða tað um tvey ár tvs. í 2025 einans 14 kaiøki í 12 havnum, sum hava nóg mikið av plássi til at kunna goyma tær støðugt størri vindmyllurnar, sum eftir ætlan skulu setast upp til havs skrivar Søfart. 

-Longu frá 2025 fara vit at síggja plásstrot í havnunum. Tær kunnu ikki fylgja við teimum politisku ætlanunum um øking av vindmylnuorkuni sigur Keld Kristensen frá Vestas.

[object Object]

[object Object]

Hetlendingar hava stórar ætlanir við havvindmyllum 

Eisini kring okkara leiðir, bæði í Hetland og í Skotlandi gera havnir seg út til at kunna taka ímóti eftirspurninginum, sum verður til tíggjutals stórar havvindmylnulundir. Hetta ger seg eisini galdandi í økinum vestan fyri Hetland, har vindmylnulundir ætlandi um ikki so mong ár skulu veita streym til verandi og komandi olju- og gasspallar í økinum umframt at kunna veita streym til framleiðslu av grønari orku og brennievnum av ymsum slag. 

Eisini í Føroyum er man so smátt farin at hyggja at  møguleikunum og avbjóðingunum, sum møguligar havvindmylnulundir um okkara leiðir kunnu reisa.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder