Fráboðanin kemur eftir, at bretski kongurin í setanarrøðu síni í bretska parlamentinum nú um dagarnar, kunngjørdi, at stjórnin fór at seta í gildi eina lóg, sum bannar nýggja oljuleiting í Bretlandi.
Tað var bretski orkuráðharrin, sum í fjør gjørdi av at banna nýggja oljuleiting í Bretlandi og verður nú eftir øllum at døma lagt upp til at gera bannið til lóg. Nú boðar so konservativi flokkurin frá, at hann fer at royna málið í parlamentinum, tvs. bretska tinginum við tí vón, at tað verður samtykt, soleiðis, at í fyrsta lagi útbyggingar av tveimum olju- og gassleiðum, Jackdaw eystan fyri Skotland og so Rosebank tætt við føroyska markið kunnu fara undir framleiðslu.
![]()
Umboð fyri konservativa flokkin siga, at málið verður tikið upp á hægsta stað fyri at verja orkutrygdina í landinum. Neyðugt er at útvega meira olju og gass, sum finst í Norðsjónum bæði fyri at minka um alt ov óstøðuga innflutningin eins og verja arbeiðspláss í túsundatali. Stongsulin av Hormussundinum, ið er ein hóttan móti bretsku orkutrygdini, er ein orsøkin til, at Bretland er tvingað til at økja um framleiðsluna av olju og gassi sigur Konservativi flokkurin.
Í løtuni eru umsóknir frá orkufelagnum Adura við Shell og Equinor at kunna útbyggja Rosebank og Jackdaw keldurnar til viðgerðar hjá almenna loyvismyndugleikanum og í síðsta enda hjá orkuráðharranum Ed Miliband, sum higartil hevur gjørt greitt, at nýggj olju- og gassleiting skal bannast.
Tað ljóðar nú, at stjórninfer helst at loyva hesum báðum útbyggingunum, nú so stórt trýst er lagt á hana bæði frá allari andstøðuni eins og frá vinnuni. Men Konservativi flokkurin hevur eftir øllum at døma mist tolið og vil nú royna málið í sjálvum parlamentinum í London.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald