So hendi tað, sum eitt nú bretska oljuvinnan leingi hevur bíðað eftir, nevniliga at bretskir myndugleikar loksins hava givið grønt ljós til útbygging av tí størstu enn ikki útbygdu olju- og gasskelduni á bretska landgrunninum og sum liggur bert fáar kilometrar frá føroyska markinum.
Um somu tíð sum eitt nú veitaravinnan í bæði Norra og Bretlandi fegnast um avgerðina finnast umhvørvisfelagsskapir oo. harðliga at henni. Eitt av feløgunum hóttir nú við at fara í rættin við avgerðini.
Rosebank er bert ein av fleiri olju- og gassleiðum, sum arbeitt verður við at útbyggja og sum allar liggja eystan fyri føroyska markið.
Avgerðin at lata loyvi til útbyggingina er í tráð við orkupolitikkin hjá bretsku stjórnini. Rishi Sunak forsætisráðharri hevur so seint sum í samband við veðurlagsráðstevnuna í ST herfyri sagt seg vilja stuðla nýggjum olju- og gassvirkemi í Norðsjónum. Og her er Rosebank bert ein av mongu verkætlanunum.
Í næstum fer stjórnin at kunngera umleið 100 loyvi til nýggja leiting í Norðsjónum. Enn ein stór útbygging av olju- og gassleið á Atlantsmótinum nær Føroyum stendur fyri framman. Tað er Cambo verkætlanin tætt við føroyska markið.
Framleiðsluskipið Knarr, sum nú verður nútímansgjørt, fer um umleið tvey ár at síggjast um okkara leiðir. Avgerðin at byggja út olju- og gassleiðina varpar eisini nýtt ljós á hesa vinnuna. Fyrr hevur tað tikið upp til 10 ár at fremja eina útbygging, hesaferð tekur tað bert 2-3 ár til framleiðslan kann byrja.
Um somu tíð sum mótstøðufólk siga, at hon fer at økja um útlátið av CO2, ger bretska stjórnin greitt, at útbyggingin er neyðug til frama fyri bretsku orkutrygdina eins og gera Bretland minni heft at innfluttari orku. Eisini verður víst á, at elektrifisering av Rosebank fer at minka heilt munandi um útlátið.
Rosebank hevur leingi verið raðfest ovast á mótmælislistanum hjá eitt nú umhvørvisfelagsskapum.
Tíðindini um Rosebank vekja uttan iva eisini ans í Føroyum, tí oljuleiðin liggur so mikið nær Føroyum, at tað er ikki óhugsandi, at føroyskir veitarar kunnu vera partur av útbyggingini ella rakstrinum í framtíðini.
Eisini kann slík útbygging, í sambandi við at nýggjur infrastrukturur verður bygdur so nær markið, gera, at orkufeløg aftur fara at vísa føroyska økinum áhuga. Nýtt undirstøðukervi við m.a. framleiðsluskipi og rørleiðingum í næsta grannalagnum kann gera føroysku undirgrundina nærhendis meira áhugaverda og harvið vera við til at lata hurðar upp til føroysku "Open Door" leitiskipanina, sum bæði løgting og landsstýrið taka undir við.
Rosebank leiðin væntast at fara undir framleiðslu í 2026-27. Fyrsti parturin av útbyggingini er mettur at kosta góðar 40 mia. kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald