Innanlands

Grønu orkuverkini krevja fleiri hendur

Nú grøna orkuskiftið gerst meira sjónligt í føroyska gerandisdegnum og lagt verður um frá fossialari til grøna orku, setir hetta eisini størri og nýggj krøv til arbeiðsmegina.

2023-06-14 14:31 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta sannar eitt nú SEV, ið sum frálíðir - um somu tíð sum grønu loysnirnar fara at síggjast aftur -  helst fer at seta fleiri fólk at arbeiða við grønu loysnunum. Í lýsing nú um dagarnar sóknast SEV eftir handverkara til viðlíkahald innan varandi orku.

Í sambandi við, at SEV hevur savnað øll elverkini innan varandi orku í meginøkinum í eina deild “Grønu orkuverkini”, sóknast SEV eftir handverkara, sum í høvuðsheitum skal fáast við viðlíkahald av útbúnaði á økinum innan varandi orku. Toymið á deildini fevnir í dag um 8 starvsfólk.

Meginøkið fevnir um Vágar, Streymoy, Eysturoy, Norðoyggjar, Sandoy, Nólsoy og Hest, og elverkini talan er um, eru Eiðisverkið, Fossáverkið, Mýruverkið, Heygaverkið, Elverkið á Strond, vindmyllulundirnar í ávikavist Húshaga og Neshaga, umframt nýggj vind- og vatnorkuverk.

Málið við starvinum er styrkja um arbeiðið at gera elframleiðsluna so burðardygga sum til ber, og dentur skal leggjast á, at framleiðslueindinar altíð eru væl røktar og rigga væl.

Arbeiðið fevnir um viðlíkahaldsarbeiði, har størsti parturin av arbeiðnum er at halda framleiðslueindir í góðum standi. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjari  hevur royndir innan fleiri av hesum økjum so sum eltekniskar førleikar og mekaniskt viðlíkahald.

Fyri at kunna røkja starvið, er krav, at umsøkjari hevur útbúgving sum elektrikari, maskinsmiður ella líknandi.Arbeiðsstaður er Fossáverkið í Vestmanna og arbeiðið fevnir um alt meginøkið og smáverkini.

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá SEV virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. SEV er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, ið var stovnað 1. oktober 1946.

Kelda: sev.fo


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder